Holli vinur okkara
Sum ungur maður var Joseph Scriven trúlovaður við eini kvinnu, sum hann elskaði av øllum hjarta sínum, men ein ómetaligur sorgarleikur rámti hann kvøldið fyri sum tey skuldu giftast, við tað at ein bátur, sum unnusta hansara var í, holvdist og hon druknaði. Í vónini um at gloyma skelkin, sum hann tó ongantíð gjørdi, rýmdi Joseph úr heimi sínum í Írlandi og fór til Canada.

Har undirvísti hann í einum skúla og tænti sum lærari. Hann valdi at liva lív sítt sera einfalt og vanligt, og at brúka inntøku sína og styrki í stórtøkni við at geva fátøkum fólki. Til tíðir gav hann enntá síni egnu klæðir. Hann var eisini av summum hildin fyri at vera sera løgin, men kortini var ynski hansara bert at royna at akta orð Guds so væl, sum hann var førur fyri at skilja.

Í einsemi sínum tørvaði Joseph Scriven ein hollan vin. Eftir at hava funnið hendan vinin í Jesus Kristusi, skrivaði hann hesi einfaldu orð, sum kenslunemandi sigur frá roynd hansara í lívinum:

Á, hvør vinur er ei Jesus
Hann, sum sorgir várar bar!
Stóri forrættur at bera
alt til Gud og hvíla har!

Sjálvt um vit eru signað við ríkum vinarlagi, so tørvar okkum øllum Vinin hjá Joseph Scriven. Men áðrenn vit kunnu koma at kenna Jesus sum Vin okkara, mugu vit kenna Hann sum Frelsara okkara. Síðani vil Hann ígjøgnum allar okkara broytandi umstøður vera tann einasti, sum vit kunnu hava álit á - óbroytandi og holli VINUR okkara !

Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo