Ein vanlig misskiljing
Ein eldri kvinna segði fyri mær, at hon elskaði Jesus, las dagliga í bíbliuni og játtaði syndir sínar hvørt kvøld. Men hon segði seg vera bangna fyri at doyggja. "Eg eri ikki heilt vís í, at Gud fer at taka ímóti mær", segði hon. Hon segði eisini, at hon var so íðin í at vinna tokka Guds, at hon gav stórar peningahæddir til samkomuna, har hon vanliga kom, uttan at maður hennara vitsti av tí. Hon viðgekk, at tað var ikki beint av henni, men hon legði aftrat: "Eg gjørdi tað fyri mína frelsu".

Henda kvinnan hevði misskilt orð Paulusar: "Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær" (Ef.2.8-9). Men hon trúði framvegis uppá góðkenning Guds við egnu gerðum sínum.

Hetta er eitt ikki ókent mistak ímillum játtandi kristin. Paulus mátti rættleiða nøkur trúgvandi í Galatia, sum høvdu somu hugsan. Tey tosaðu um tørvin at halda mangar av teimum lógum, sum finnast í Gamla Testamenti. Paulus kunngjørdi, at "Jesus Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum" (Gal.3,13).

Trýrt tú hesum? Hevur tú tikið ímóti Jesusi sum tínum persónliga Frelsara? Um so er, hvíl so í fullgjørda verki Hansara á krossinum fyri teg og fegnast og takka. Ger ikki tað vanliga mistakið, at tú heldur teg kunna vinna Hansara tokka við egnum verkum; tað ber ikki á mál!


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo