Ókendur morgindagur
Tíðum ynskja vit at fáa kunnleika um, hvat goymir seg aftanfyri geilarhornið fyri framman í lívi okkara. Samstundis fyrireika vit og royna at fyribyrgja ymiskt ella skýggja tað, sum vit álíkavæl vita fer at henda sambært Heiløgu Skriftunum.

Onkur vísmaður hevur sagt: "Hóast vit ikki kunnu síggja um húsarhorn, so er Gud førur fyri tí". Hvussu mangan betri er tað ikki og meira tryggjandi!

Stutt síðani vóru ommudóttir mín Amalja og eg í ferð við at kóka egg til morgunmatin. Sum vit hugdu at kókandi vatninum í grýtuni og undraðust á, hvussu leingi eggini skuldu kókast, segði Amalja: "Spell at vit ikki kunnu opna eggini fyri at síggja, hvat líður". Eg var samd við henni! Men tað hevði gjørt eggini ónýtilig, so vit máttu líta á ráðgevingina við ongari trygd um úrslitið.

Við tað at Jesus hevur lovað at taka Sær av okkum hvønn dag - og tað er íroknað í morgin - so kunnu vit liva av trúgv ein dag ísenn (Matt.6,33-34).

Amalja og eg gjørdu av at geva morgindagin trygt í hendur Guds. Hevur tú gjørt tað?


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo