Torir tú sum Dániel
Bíbliufastleika sum Dánielsa eggjar okkum og vísir okkum á, hvussu vit eiga at liva sum trúgvandi. Okkum tørvar framvegis "Dánielar" í dag - menn og kvinnur, sum vit hava sannføring um at styðja okkum til, sjálvt táið tað hevur við sær offur ella væntandi popularitet.

Faðir mín, Martin M.R.De Haan, var júst eitt dømi um hetta. Hann var ikki fullkomin. Hann var menniskjaligur og hevði síni brek. Summi hugsaðu enntá um hann, at hann var tvørur. Men hann var ein maður eftir Bókini. Hann hevði eina sannføring og hevði áræði.

Fyri 57 árum síðani - 13. januar 1965 - fór hann heim til Harran. Hóast tað minnist eg orð hansara til mín við eitt ávíst høvi, sum um hann segði tað í gjár. Fyri at leggja dent á fráboðanina, dukaði hann nevan í borðið og segði: "Richard, eg leggi einki í, um allur heimurin er ósamdur við meg. Eg má gera tað, sum er rætt. Eg má handla eftir míni sannføring!"

Vit mugu sjálvandi vera umhyggin og fáa vissu fyri, at okkara sannføring er á røttum grundarlagi. Men fyrst ið vit eru avgjørd um tað, skuldu vit verið eins og Dániel, sum ikki bert hevði sannføringar men eisini hevði reystleika til at bjóða seg fram.

Ídag, um tú verður freistaður til at gera neyðsemjur við tínar meginreglur, gev tá ikki skarvin yvir. Tor at vera ein Dániel!

Richard W. De Haan


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo