Fullkomin Frelsa
John Newton, høvundurin til vælkenda sálmin "Á náði rík og dýrabar", var ein ólukkuligur maður, táið hann var um 23 ára aldur. Hann var komin sær upp í ómoralskan lívsstíl og var heftur av tí hjartaleysa og miskunnarleysa afrikanska trælahandlinum. Men nú hevði hann fingið nóg mikið av syndafulla lívi sínum.

Vend kom í hin 10. mars 1748 umborð á einum skipi, sum var komið út í eitt sera ógvusligt ódnarveður. Í tí hann hugsaði, at nú var øll vón úti, rópti John Newton í ótta og ræðslu: "Harri, síggj í náði til okkara!" Alt í einum rakti hetta orðið "náði" hann við miklari kraft. Um nøkrum tørvaði náði, so var tað hann. Frá teirri stund trúði hann á Jesus Kristus sum sín persónliga Frelsara. Gud fyrigav honum syndirnar og breyt niður valdið í hansara ógudiliga lívshátti.

Paulus vísir á, at vit bæði við náði og miskunn eru vorðin rættvísgjørd og frelst. Hann kunngjørdi, at tað er við náði Hansara, at vit eru rættvísgjørd og skulu í vón verða arvingar til ævigt lív (Titus 3,7).. Men hann segði eisini, at tað er av náði Guds, at vit eru rættvísgjørd og bjargað frá skuldarkenslu syndarinnar. Og Hann segði eisini, at tað er náði Guds, sum frelsti okkum frá einum lívshátti, sum hann lýsir sum: "skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum; livdu í óndskapi og øvund, vóru hataði og hataðu hvørt annað" (Titus 3,3).

Latum okkum dagliga takka Gudi fyri Hansara stóru náði og miskunn, sum saman útvega okkum eina fullfíggjaða frelsu.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo