Bíðar eftir hananum
Ein frásøgn er um ein mann, sum hevði ein høsnafarm. Har var eisini ein hani, sum so hissini argaði grannarnar við at gala frá snimma á morgni. Tíðliga ein morgunin rópti ein av teimum misnøgdu grannunum á bóndan og gav ilt av sær: "Hasin ólukku fuglurin hjá tær fær meg at ganga uppi hvørja nátt!"

"Eg skilji ikki", svaraði bóndin, "hann gelur næstan ongantíð, men táið hann ger tað, so er tað sjálvdan meira enn tvær ella tríggjar ferðir". - "Hatta er ikki mítt vandamál", svaraði grannin hvassorðaður aftur. "Tað er ikki, hvussu ofta hann gelur, sum ørkymlar meg! Tað, sum heldur meg vaknan, er at eg ikki veit, nær hann fer at gala!"

Mong av okkum eru eins og hasin maðurin. Vit eru stúrin fyri trupulleikunum og ólukkuligu umstøðunum, sum møguliga fara at vísa seg í morgin. Heldur enn at liva ein dag ísenn og gleðast um umsorgan Harrans, so eru vit óttafull við at lána trupulleikarnar úr framtíðini.

Um tú kennir Kristus sum tín Frelsara, legg tær so á hjarta Orð Hansara í Matt.6,34: "Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna". Sum tú velur at líta á Hann, fer Hann at geva tær hvíld fyri sálina, og friður Guds fer at fylla hjarta og sinni títt.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo