Tann allarbesti vinurin
Okkum tørva øll ein vin - ein, sum vit kunnu koma til, tosa við, og enntá krøkja okkum til, um neyðugt. Stundum eru tað vinir í familjuni. Onkuntíð eru tað arbeiðsfelagar ella skúlafelagar, ella eisini grannar. Táið tú hevur ein vin, so veitst tú, at tú ert elskaður, og dagarnir kennast bjartari.

Men ikki øll hava vinir. Mong menniskju fara ígjøgnum lívið við teirri nívandi kenslu av, at eingin veruliga hevur umsorgan fyri teimum. Tað er ein einslig og viðvarandi kensla.

Øllum slíkum og í veruleikanum okkum øllum vil eg skjóta upp tann allarbesta vinin Jesus Kristus. Hann er Harrin Gud, hin Einasti, nógv meira enn nakar annar kenningur, sum kann møta okkara djúpasta vinalags tørvi.

Táið vit hugsa um alt tað, sum Gud ger fyri okkum, so er eingin ivi um, at Hann er størsti vinur okkara. Í Sálmi 145 lesa vit, at "Harrin styðjar øll tey, ið falla, Hann reisir upp øll niðurboygd" (v.14). "Hann gevur teimum føðina í rættari tíð og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær. Rættvísur er Harrin øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum" (v.15-18). "Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey. Harrin varðar øll tey, sum elska Hann (v.19-20)".

Gud Harrin er tann størsti og besti vinurin av øllum.Tú kanst hava treytaleyst álit á Honum.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo