Fremmant øki
Táið sonur okkara Steffan var átta ára gamal, varð hann boðin til at sova eina nátt í heiminum hjá einum systkinabarni hjá sær. Tað var fyrstu ferð hann skuldi gera eina roynd at sova í einum øðrum húsi, og tað ljóðaði sum ein spennandi uppliving. Men táið hann var til reiðar at fara, byrjaði hann at kenna heimlongsil. Við tárum í eygunum og darrandi rødd segði hann: "Mamma, eg havi tað ikki so gott. Mær hevði dámt betur at komið heim við tær".

Kona mín svaraði: "Tað gert tú sjálvur av, men eg veit, at tú hevði havt tað gott har". "Men, mamma", stamaði Steffan, "tey søgdu, at í morgin fóru tey at klatra upp á eitt fjall, og eg havi ongantíð fyrr verið har uppi!"

Eisini vit kunnu av og á gerast óttafull, táið vit hyggja frameftir, tí vit "ikki fyrr hava verið har". Men eins og Harrin tók sær av Josva og Ísrael (Josva 3,4), fer Hann eisini at taka sær av okkum.

Kanska tú júst nú ert óttafullur um nakrar óroyndar gøtur, sum Harrin leiðir teg eftir. Men lurta so eftir Orði Guds og fell ikki í fátt: "Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær (Hebr.13,5). "Eg skal læra teg og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg" (Sálmi 32,8).

Legg hond tína við trúgv í hond himmalska Faðirs tíns, og lat Hann leiða teg.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo