Hjálpari okkara
Áðrenn amerikumaðurin David C. Egner byrjaði at undirvísa á einum kristnum skúla í USA, gjørdi hann av at fara eina rannsóknarferð til Europa. Áðrenn hann fór hesa fyrstu ferðina, var hann eitt sindur óttafullur, men hann vitsti, at ein bróðir í Harranum, Sotos Boukis, skuldi vera teimum til hjálpar teir sjey dagarnar, ferðalagið skuldi vera í Grikkalandi. Egner sigur frá, at tað lætnaði um hjartað hjá honum, táið hann kom á hotellið og rakti við, at Sotos longu var har og tók ímóti okkum. Kunnleiki, leiðbeining og persónliga hjálp hansara kundi ikki metast nóg høgt.

Jesus vegleiddi, stuðlaði og kendi lærisveinar Sínar nágreiniliga. Hann segði teimum frá, at Hann skuldi fara til Himmals frá teimum, men Faðir Hansara skuldi senda teimum Talsmannin, Heilaga Andan, sum skuldi læra teir alt og minna teir um alt, sum Hann hevði sagt teimum (Johs.14,26).

Heilagi Andin kom soleiðis á Hvítusunnudegi fyri at taka búgv í øllum teimum trúgvandi og gav teimum ta somu persónligu umsorgan, hóast ósæddur, sum Jesus hevði givið lærisveinum Sínum.

Heilagi Andin er ikki ein gátufull megi, men ein persónlig vera innaní einum og hvørjum, sum hevur trúð á Jesus Kristus til frelsu. Hann er lærari okkara (Johs.14,26 og 16,13), og vit fáa kraft til at vitna (Áp.1,8).

Latið okkum takka Harranum Jesusi fyri, at Hann hevur givið okkum okkara persónliga Hjálpara - Heilaga Andan.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo