Nøkur tosa fyri at tosa
Ein maður kom einaferð á eitt møti, har ein gestatalari var ónátúrliga langrøkjutur. Táið áhoyrarin ikki helt tað út longur, reistist hann og smoygdi sær út gjøgnum einar síðudyr. Í gongini møtti hann einum vini, sum spurdi hann: "Var hann longu liðugur?" "Ja", svaraði maðurin, "hann er langt síðani komin ígjøgnum evnið, men hann var ikki varugur við tað! Hann vildi bara ikki gevast!"

Hugtakið at koma til málevnið og siga okkurt, sum er virðismikið, eru góð ráð til okkara, táið vit hvønn dag tosa við onnur. Um vit eru ærlig ímóti okkum sjálvum, mugu vit viðganga, at nógv av okkara práti er lítið meira enn tómt tos. Harrin Jesus ávaraði: "Men eg sigi tykkum, at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala" (Matt.12,36).

Steðga á eina løtu og hugsa teg um, hvussu vanligi samrøðuháttur tín er. Hvat er innihaldið í teimum vanligu orðaskiftunum, sum tú tekur lut í. Og tosar tú tá nógv og gevur ikki øðrum høvi til at tosa? Er tala tín gagnlig fyri onnur? Og fram um alt: Dýrdargera orð tíni Gud?

Harrin Jesus kann gera teg føran fyri at nýta orðafellir, sum uppbyggja onnur og ikki bara eru til ífyllu. Ger í dag hesi orð Dávids til bøn tína: "Harri, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!" (Sálmi 141,3).


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo