Bíblian hjá Mary
Táið Mary Jones var 10 ára gomul, byrjaði hon at savna saman pening fyri nakað ávíst, sum hon ynskti at keypa sær. Hon var barnagenta, røktaði urtagarðin hjá grannanum, og seldi egg undan síni egnu hønum. Táið hon var um 16 ára aldur, hevði hon savnað saman nóg mikið av peningi fyri at ogna sær tað, sum hon av innasta hjarta ynskti sær.

Var tað ein nýggjan bil? Ella eitt klædnaskáp? Ella okkurt spæl? - Nei, Mary var 16 ára gomul í árinum 1800, og tað, hon hevði savnað sær pening til, var fyri eina bíbliu. Men har var ongastaðni í hesi lítlu valisisku bygdini, hon búði í, nakar handil, har hon kundi keypa sær eina bíbliu, so hon mátti fara til gongu til býin Bala, sum lá 25 fjórðingar burturi. Har hevði presturin Thomas Charles bert eina bíbliu eftir til sølu, men eftir at hava tosað eitt sindur aftur og fram um hetta, yvirtalaði Mary Jones prestin at selja sær bíbliuna.

Orsakað av svongdini hjá Mary Jones eftir bíbliuni, byrjaðu Thomas Charles og aðrir at tosa saman um tørvin at fáa bíbliuna meira høgliga tøka. Bretska og Útlendska Bíbliufelagið varð sett á stovn, og fylgjandi 100 árini vórðu spjaddar út fleiri enn 200 milliónir eintøk av Orði Guds kring heimin. Fyri Mary Jones var einki týdningarmiklari enn bíblian, og áhaldni og treiskni hennara gav stórt andaligt avkast.

Virðismeta vit Orð Guds líka nógv? Hvussu ofta reisast vit og taka bíbliu okkara og setast at lesa í henni?

Harri! Hjálp okkum at virðismeta Orð Títt høgt!


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo