Morgunvarskó
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Winston Churchill (1874-1965) hevði nøkur sermerkt ynskir í sambandi við jarðarferð sína. Hann bað um at byrjast skuldi við at spæla lagið "Taps", sum er tað vanliga hernaðarliga tekinið, sum spælt verður, táið dagurin er at enda komin, ella táið lívið er lokið. Men táið líktalan var at enda komin, vóru tey hjástøddu ovfarin av at hoyra trompetleikarar stemma í teir kendu tónarnar hjá morgunvarskóinum - tann hugtakandi útpurringin av hermonnunum við byrjanini til ein nýggjan dag.

Endin á einum lívi er á ein ella annan hátt líkur einum vanligum degi. Lívsins ferð er long. Vit gerast troytt. Okkum leingist eftir, at okkara stríð og strev skal blíva liðugt og líðing og pína skal vera aftanfyri. Frammanfyri liggur deyðans nátt. - Men Gudi veri tøkk, at morgunin kemur! Eitt undurfult lív liggur beint frammanfyri hjá einum og hvørjum trúgvandi ferðamanni: "At vera burtur úr likaminum og heima hjá Harranum í allar ævir" (2.Kor.5,8).

Uttan iva er orsøkin til at Jesus segði: "Eg eri hin bjarta morgunstjørnan" (Op.22,16), at Hann gjørdi tað møguligt, at tað fór at lýsa fyri degi fyri ein og hvønn, sum trýr á Hann.

Hvussu eigur tað ikki at gleða okkum, at vit eiga trygdina fyri einum ævigum lívi saman við Kristusi! Endin á einum lívi her merkir byrjanina til ein undurfullan nýggjan dag í nærveruni av Kongi Kongana og Harra Harrana.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo