Tað er fullgjørt
Harrin Jesus fullførdi verk Sítt og líðing á Golgata krossi við orðunum: "Tað er fullgjørt!" (Jóh.19,30). Í uppruna málinum, har Jóhannes skrivaði niður hesi orðini, sigur Harrin Jesus bert eitt orð: - Fullgjørt. Ikki trý orð men bert eitt - FULLGJØRT.

Tað var eitt fullfíggjanarróp, eitt sigursróp um eitt lokið verk. Við hesum eina orðinum kunngjørdi Frelsarin eina sannroynd og ein sannleika so undurfullan, at Satan líka síðani tá hevur haft úr at gera við at royna at fjala fyri hugsunarháttinum hjá monnum og kvinnum týdningin av Jesusar síðsta sigursæla rópi.

Sum eitt úrslit av hesum eru milliónir av inniligum, hjartaligum, søkjandi sálum, sum leingjast eftir friði og hvíld, men sum ikki enn hava skilt, at frelsan er eitt fullfíggjað verk. Tað er einki eftir at gera. Tað er bert at taka ímóti hesi undurfullu gávu og siga takk! Kortini arbeiða hesar kæru sálir og ofra og finna uppá ymiskt, sum tey halda ger tey verd at vera tokkalig fyri Gudi.

Latið okkum einferð enn steðga við krossin. Í tí tætta myrkrinum, táið Gud vendi sær frá Syni Sínum, hoyra vit Frelsarans máttmikla róp: "Tað er fullgjørt!" Tá skalv jørðin, og klettarnir klovnaðu; og gravirnar opnaðust (Matt.27,51-52). Frelsuverk Hansara var fullfíggjað. Ert tú ikki glaður um at kunna siga: "Prísaður veri Gud, at tað er fullgjørt fyri meg !"


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo