Lívgevandi orð
Í sjeynda kapitli hjá Lukasi lesa vit um ta spennandi frásøgnina, táið Jesus tilvildarliga kom í eitt líkfylgi. Ein einkja var á veg til kirkjugarðin fyri at jarða einasta son sín, táið Jesus brádliga stóð har. Líkskarin steðgaði, og við stórari samkenslu tosaði Jesus við kvinnuna, nam við kistuna og gav boð um, at sonurin skuldi vera givin mammuni aftur.

Tað, sum hendi hesum unga manninum, er ein lýsing av, hvat hendir einum, sum verður umvendur til Kristus. Áðrenn tú og eg koma í samband við Frelsaran, eru vit deyð í misbrotum og syndum okkara (Ef.2.1) og eru ávegis til kirkjugarðin, sum Bíblian nevndir hin annar deyðin (Op.20,6), og verða í allar ævir skild frá kærleika Guds, um vit ikki verða fødd av nýggjum.

Men táið Jesus talar við tann neyðstadda syndaran gjøgnum sannførandi kraft Heilaga Andans, og viðkomandi setir álit sítt í trúgv á Harran Jesus Kristus, fær hann í stundini eitt nýtt lív. Friður, gleði og signing koma á kjalarvørrinum.

Kæri vinur, hevur tú hoyrt lívgevandi orð Jesusar? Bert Hann kann taka burtur lívleysu sál tína og geva tær eina hjartanemandi vakning í staðin, sum gevur tær fyrigeving og gleði nú beinanvegin, og eina vóna um Himmalin í allar ævir.

Um Jesus hevur bjargað tær frá ævigum deyða, bið Hann so um at brúka teg til at siga øðrum frá tí einasta Felsara, sum er førur fyri at geva menniskjum eitt nýtt lív.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo