Samfelag við trúgvandi
Tann andaliga ljóðandi máliskan: "Eg standi bert í ábyrgd yvirfyri Gudi" kann ofta vera ein snild umbering fyri ikki at geva aftursvar til nakran, heldur ikki til Gud!

Charles Colson, ein av trúgvastu stuðlunum hjá president Nixon í USA undir Watergate gøluni, kom til trúgv á Harran Jesus Kristus. Í einari blaðgrein nevnd "Vandamálið við valdi" skrivaði hann: "Øll trúgvandi eiga at hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Hóast eg veit vituliga, hvussu viðkvæmur eg eri yvirfyri stoltleika og makt, so eri eg tann seinasti til at vita, hvussu eg sjálvur liggi undir fyri tí, sum mangan dregur. Tí er tað, at einsamir andaligir flakkarar eru so vandamiklir - og hví vit heldur mugu hava álit á brøðrum og systrum, sum elska at greiða okkum frá sannleikanum".

Paulus stóð andlit til andlits við Pætur viðvíkjandi hykl (Gal.2,11-14). Hvussu illa kom hetta ikki við hjá Pæturi! Men honum tørvaði hesa ábreiðsluna. Pætur visti, hvussu hann frammanundan hevði breggjað sær av og avnoktað Kristus, og at hann nú ikki kundi hava álit á metingini av sær sjálvum.

Fyrr ella seinni mugu vit øll koma til ta niðurstøðu ella góðkenning. Ein háttur at fáa vissu fyri, at tú ikki ert tann síðsti til at vita, nær tú syndar, er at leggja á annan bógv. Bið ein trúgvandi bróður ella eina systir vísa tær, hvussu tú kanst fáa framstig á trúðarleið. Tey kunnu hjálpa tær til at fáa ábyrgdarkenslu.

Ver ikki ein andaliga einsligur flakkari. Kom í samfelag við trúgvandi !!!


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo