Hvør heldur í togið
Fyri nøkrum árum síðani læs eg eina frásøgn, sum ljóðaði nakað soleiðis:

Ein bólkur av vísindamonnum og plantufrøðingum vóru farnir undir at rannsaka fjarlagdar landspartar í Alpunum fyri at kanna eftir nýggjum sjáldsomum blómum. Ein dagin løgdu teir til merkis við kikara eina blómu, sum var so sjáldsom og vøkur, at virði hennara fyri vísindamonnunum var óútrokniligt. Men blóman stóð djúpt í eini kluft við bergi á báðum síðum. Fyri at fáa fatur á blómuni, mátti onkur verða loraður niður í bergið í togi.

Ein forvitin ungur drongur eygleiddi tætt við, og vísindamenninir søgdu við hann, at hann skuldi fáa eina frægari peningahædd, um teir kundu koma ásamt um, at hann varð loraður niður í bergið fyri at fáa fatur á blómuni har niðri.

Drongurin hugdi leingi niður í tað reysta, ørandi dýpið og segði síðani: "Eg verði aftur her um ein minutt". Lítla løtu seinni kom hann aftur í fylgi við einum gráhærdum manni. Táið hann nærkaðist plantufrøðinginum, segði drongurin: "Eg skal fara niður í hatta bergið og henta tær hasa blómuna, um hesin maðurin sleppur at halda í togið. Hann er pápi mín".

Gævi at Gud kundi givið okkum trúnna hjá hesum drongi! Hevur tú lært at líta á Harran á slíkan hátt? Um bara onkur heldur í togið, tori eg ikki at fara. Men eftirsum Jesus heldur mær føstum, fari eg ongantíð at óttast. Ert tú villigur at siga: "Um Faðir mín heldur í togið, skal eg ikki óttast"?


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo