Hvussu frískt er hjarta títt?
Hevur ein lækni nakrantíð givið tær loyvi til at royna sítt læknalurt (stetoskop) og givið tær møguleikan fyri at lurta eftir tínum egna hjarta? Tað er ein sera løgin uppliving at kenna tað fasta stevið hjá teirri gøgn, sum byrjaði at virka longu áðrenn tú vart føddur og fer at halda á við at sláa so leingi tú livir.

Táið Sue Monk Kidd var sjúkrasystir á eini barnadeild á einum sjúkrahúsi, lat hon ofta teir ungu sjúklingarnar royna at lurta eftir teirra egna hjarta. Ein dagin, táið hon sera varin hevði lagt stetoskopið at oyranum hjá einum 4-ára gomlum drongi, sum at Dávid, segði hon við hann: "Lurta nú væl eftir. Hvat er tað tú hoyrir?" Hann rukkaði eygnabrýrnar í djúpum tonkum, og við einum bjørtum smíli spurdi hann: "Er tað ikki Jesus, sum bankar uppá?"

Gloym lívvirkisfrøði og lat Dávid verða tín lærara. Frá einum andaligum, heilsuligum sjónarmiði og ævigari ætlan, hevði hann rætt. Jesus Kristus, hin krossfesti Frelsarin og hin upprisni Harrin í dýrd bankar í roynd og veru á hvørt mannahjarta. Hjarta okkara er veruliga kjarnan í tilveru okkara og ræðismiðdepilin í samband við avgerðum og valum okkara (Op.3,20).

Hevur tú við gleði boðið Honum til at vera tín persónliga Frelsara og biðið Hann um fyrigeving fyri syndir tínar og at reinsa hjarta títt? (Hebr.10,22). Hevur tú boðið Honum inn í lív títt til at stýra sum Harri, sum fer at leiðbeina teg í tínum avgerðum og virkan?

Hann bankar uppá og bíðar eftir at sleppa inn.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo