Kom sum tú ert
Tað er ein søga um ein listamann, sum ynskti at gera eina mynd av hinum vilsta syninum í Lukas 15. Hann møtti einum ófantaligum og ógreiddum biddara á gøtuni og spurdi hann, um hann ikki kundi koma inn á gólvið í arbeiðsrúmi sínum at sita modell. Biddarin møti upp dagin eftir, men nú var hann væl vaskaður og rakaður og ílatin. Táið listamaðurin sá hann, rópti hann á hann: "Á, nei, nú kann eg ikki brúka teg, sum tú sært út!"

Gud biður okkum koma til Sín júst sum vit eru og játta, at vit eru syndarar, sum einki hava uppiborið utta revsing. Hetta er eyðmýkjandi, men tað er einasti útvegurin, vit kunnu uppnáa fyrigeving uppá, sum Kristus hevur goldið fyri á krossinum, so at vit kunnu verða móttikin og brúkt av Gudi.

Teir skriftlærdu og fariseararnir vóru nærlagdir lóglærarar. Teir hugsaðu, at Gud var nøgdur við teir, tí teir vóru reinir. Táið teir so sóu Jesus eta saman við fólki, sum ikki høvdu gott orð á sær, gramdu teir seg um tað. Men Jesus segði:"Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar, til umvendingar" (Luk.5,32). Hetta var ein ábreiðsla til sjálvrættvísis áskoðan teirra. Teimum tørvaðu at játta syndir sínar. Tá kundi Jesus eisini taka ímóti teimum.

Um tú kennir, at tær tørvar at verða frelstur ella endurnýggjaður til samfelag, gakk so í teg sjálvan og angra og kom til Jesus júst sum tú ert. So fer Hann at fyrigeva tær allar syndir tínar og rættvísgera teg.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo