Kærleiki Guds
Hetta er himmalskur kærleiki: Jesus elskaði ikki bert vinir Sínar men eisini fíggindar Sínar - hin Gud-hatandi Kristus-myrðandi heim.

Jesus segði í Jóhannes 15,13: "Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar". Tað er tað hægsta, sum nakar mannakærleiki kann koma fyri at doyggja fyri vinir sínar og eins egnu elskaðu. Eg eri kanska til reiðar at doyggja fyri konu mína og børn míni, men at givið son mín til at doyggja, fyri at mín størsti fíggindi skuldi liva, hevði tørvað mær guddómligan kærleika.

Bíblian staðfestir: "Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Mangan meir skulu vit tí, táið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini. Tí vóru vit, táið vit vóru fíggindar, sátt við Gud við deyða Sonar Hansara, skulu vit mangan meir, eftir at vit nú eru sátt, verða frelst við lívi Hansara" (Róm.5,8-10).

Undur yvir undur! Táið vit vóru fíggindar Hansara og tyst eftir blóðinum av syndafríða Soni Hansara, elskaði Gud okkum við so stórum kærleika, at Hann gav Son Sín, sum Hann elskaði fram um alt, men sum Hann lat doyggja á einum krossi, fyri at vit kundu verða frelst. Vit kunnu ikki skilja hetta, men tøkk fái Gud, at vit kunnu trúgva tí. Og táið vit gera tað, finna vit ein frið, einki annað kann geva okkum.



Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo