Í búki fisksins
Jónas má hava haft tað sera óhugnaligt í búki fisksins. Kortini eru mong menniskju í hesum myrka og køvandi heimi, sum tykjast at hugsa, at staðið, har tey búleikast, er rættiliga gott stað at vera í. Tey trúgva, at heimurin tørvar bert nakrar fáar samfelagsligar og búskaparfrøðiligar ábøtur. Og tey halda eisini, at tey sjálvi hava í hondum evnini til at gera tær neyðugu broytingarnar.

Men tað er ikki yvirlýsingin í Orði Guds, tí skrivað stendur soleiðis í Fyrsta Jóhannesarbrævi 5,19: "Vit vita, at allur heimurin liggur í tí illa". Tað er vussuliga ikki vitnisburðurin um anda sannleikans, tí "Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm" (Johs.16,8). Fremsta uppgávan hjá samkomuni er ikki at koma við uppskoti um samfelagsligar og politiskar broytingar í heiminum, men heldur at kunngera frelsu sum einasta útveg.

Jónas var ikki so fávitskutur at vænta, at Gud skuldi fara at gera honum tað meira hugnaligt í búki fisksins, men hann gleddi seg til bjargingina út úr honum.

Vit eiga ikki at hyggja eftir fullkomileika í hesum heimi, men at hyggja frameftir, táið Gud fer at endurskapa heimin og koma við ævigari rættvísi.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo