Undurverk himmalsins
Bíblian gevur okkum bert eina hóming av teirri himmalsku dýrd, sum vit fara at taka í ogn saman við okkara krossfesta og upprisna Harra og Frelsara. Hugsa tær til - eingin sorg, eingin deyði, eingin grátur, eigin pína - "tí hitt fyrra er farið" (Op.21,4).

Hesir beinraknu glottar gera okkum ágrýtin eftir at vita meira um, hvat ið fer at floyma yvir við ærufrykt, táið vit koma hagar. Uttan iva vil bústaður Frelsarans vera óendaliga meira yndisligur og hugtakandi, enn vit eru før fyri at ímynda okkum.

Ímillum undrini, sum bíða okkum í Himli, vera trý, sum fara at gera okkum sera ovfarin, og sum umvendi trælahandlarin John Newton hevur valt burturúr. Hann, sum skrivaði hin nógv elskaða sálmin "Amazing Grace", og sum sá fram til, hvussu hvør syndari, sum er vorðin endurloystur við ofri Kristusar á Golgata, kennir seg. Hann segði: "Táið eg komi til Himmals, vænti eg at finna trý undurverk har: Fyrst at møta onkrum, sum eg ikki hugsaði at finna har. Fyri tað næsta at sakna onkran, sum eg væntaði at finna har. Og fyri tað triðja: Tað størsta undrið av øllum: at eg sjálvur - John Newton - var har!" - Og tað størsta undrið eigur at elva øllum børnum Guds at falla til kníggja í takksemi fyri endaleysu náði Hansara. Men lat okkum ikki bíða. Her og nú er tíðin at byrja við at frambera okkara takksemi.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo