Hálvávegis til himmals
Mær dámar best evangeliska smáritið, sum verður nevnt: "Táið eg hugsi um Himmalin". Joni Eareckson Tada, sum er lammað frá hálsinum og niður til fóts, orsakað av einari svimjivanlukku sum tannáringur, hevur skrivað hesa traktatina. Joni viðgongur, at tað at hugsa um Himmalin er ikki altíð so lætt, serstakliga við tað at vit fyrst mugu doyggja fyri at koma hagar, uttan so at Jesus ikki fyrst er afturkomin til jarðar! Enn arbeiðir Gud gjøgnum royndir fyri at hjálpa okkum at miðsavna hugsanir okkara um Himmalin.

Sum ein, ið livir, ferðast og prædikar í sínum koyristóli skrivar Joni sannført um Himmalin: "Tað er eingin ivi í sál míni um, at eg fari at verða ómetaliga meira bergtikin og tilreiðar at koma hagar, enn um eg kundi staðið á egnum beinum. Pína og líðing gera okkum til reiðar til Himmalin. Himmalin verður okkara framtíðar heimstaður".

Aposturlin Paulus kendi til tað slagið av ovurhuga og sigur: "Tí eru vit altíð hugreyst og vita, at so leingi sum vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum. Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan. Ja, vit eru hugreyst og høvdu helst viljað farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum" (2.Kor.5,6-8).

Fyri stuttum hoyrdi eg um ein eldri harra, sum heilsaði fólki á henda hátt: "Glaður at møta tær í landi teirra livandi!" - Á, nei, eg eri ikki í landi teirra livandi, svaraði hesin. "Eg eri nú í landi teirra doyggjandi. Men eg síggi fram ímóti skjótt at verða í landi teirra livandi, táið eg eri komin til Himmals". - Hjarta hjá hesum manni er longu har! Kann tað sigast um teg?


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo