Stóri frelsari okkara
Margaret Nikol varð fødd inn í eina presta familju í Bulgaria. Mamma og pápi hennara vóru í 1960 tikin av døgum av kommunistunum vegna trúgv teirra. Margaret var ein gávaður fíól spælari, og hóast mótstøðu fekk hon eina framúrskarandi útbúgving. Hon gjørdist gitin gjøgnum alt Europa og var konsertmeistari í Dresden symfoni orkestrinum. Men orsakað av trúgv hennara á Jesus Kristus kom hon undir likamligt og kensluligt miskunnarloysi. Um síðir varð hon dømd til fongsulsrevsing, sum skuldi byrja, táið árliga konsert tíðin var farin afturum.

Men Gud hevði eina aðra ætlan. Margaret hevði fingið innbjóðing til at spæla í Wien á einari páskakonsert í 1982. Kommunistarnir høvdu ferð eftir ferð noktað at geva loyvi, men at enda, orsakað av trýsti uttaneftir, lótu teir sær lynda. "Gud var kvikari enn teir vóru", ásannaði Margaret. Í Wien søkti hon um at fáa politiskt friðskjól, og ikki færri en fimm frælsar tjóðir játtaðu henni umsóknina! Síðani tá hevur Margaret Nikol ferðast kring allan heimin við fiólini og glett eina fjøld av fólki.

Tann sami Gud, sum bjargaði Margaret frá kommunistiskari kúgan, og sum sendi ein eingil at fría apostlarnar úr fangahúsinum (Ap.5,19), er eisini førur fyri at fría okkum frá øllum, sum hevur tikið okkum til fanga - likamliga ella sálarliga. Vit eiga ongantíð at geva skarvin yvir. Gud er okkara einasti Frelsara.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo