Ein munnbiti av smásteinum
Ein munnbiti av smásteinum! Hvør ein óhugnalig kensla. Orðtøkini 20,17 avmynda ein mann, sum byrjar at eta av einum søtum breyði, sum hann hevði útvegað sær á ein óærligan hátt, men síðani fann útav, at muður hansara var fullur av smásteinum.

Eg veit, hvat hetta kann sammetast við. Fyri stuttum setti eg meg niður í ein hugnaligan djúpan stól og fylti munnin við jarðnøtum og byrjaði at tyggja. Alt í einum gresjaðu tenninar í nakað, sum ikki var jarðnøta. Sum eitt snarljós fór ein stingandi pína gjøgnum munnin. Táið eg spýtti jarðnøtuna út, fann eg harímillum eina steinpirru og eitt petti av eini brotnari tonn!

Salomon brúkar hesa myndina fyri at tosa um svikagerð. At vænta, at synd ikki verður straffað, er ein villleiðing. Tann, sum bert livir fyri stuttleika og verðsliga njótan, fer til endans at finna seg sjálvan við munninum fullum av smásteinum.

Skuggakendur atburður og illgrundaverdar mannagongdir í handilslívi kunnu tykjast at loysa seg og geva ágóða í løtuni, men aftaná gevur tað einki uttan angur og iðran.

Í týðiligum mótsetningi sigur Salomon: "Hin rættvísi gongur ólastandi fram; lukkulig eru børn hansara eftir hann (Orðt.20,7). Um vit liva sannførandi ístaðin fyri óálítandi, koma vit ikki at enda við munninum fullum av smásteinum.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo