Tamarhald á angist
Fyri nøkrum árum síðani, táið eg lá í einari sjúkrasong á einum sjúkrahúsi, hoyrdi eg av tilvild eina samrøðu millum tvær kvinnur í einum bíðirúmi uttanfyri hurð mína.Eftir øllum at døma var annar maðurin í eini sera hættisligari støðu likamliga. Kona hansara hevði verið undir ógvusligari strongd og verið stúrin fyri heilsu hansara. Hon segði tí við vinkonu sína: "Táið tú ert líka stúrin, sum eg eri, átti tú at fingið tær ein royk!"

Tað fekk meg at hugsa um, hvussuleiðis mong menniskju káva útyvir teirra angist. Nøkur falla fyri rúsdrekka, meðan tað hjá øðrum blívur til at eta meira enn gott er, og uppaftur onnur til arbeiðssemi. Dávid kongur gav okkum eina mangan betri loysn á hesum vandamáli í Sálmi 56,4: "Men táið ræðsla fellur á meg, líti eg á Teg". Tað er harmiligt, táið vit fara til onkran annan enn Harran til at fylla eitt tómrúm ella káva útyvir ta líðing, sum vit kenna í likaminum.

Um vit hava sett álit okkara á Son Guds, Jesus Kristus, kunnu vit hava álit á, at himmalski Faðir okkara sær til okkum í royndum okkara, og Hann hevur givið okkum lyfti um Sína varðveitslu. Táið sorg ella trongd kemur á leið okkara, kunnu vit seta álit okkara á Harran. Hann ynskir, at vit skulu kalla á Hann, so at Hann kann stuðla okkum við Síni nærveru og geva okkum Sín frið.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo