Partískur samkomutænari
Í sjálvsævisøgu sínari skrivaði Mahatma Gandhi, at tey árini hann var studentur, læs hann og kannaði av álvara evangeliini, og hugsaði hann verunliga um at venda um til kristindómin. Hann trúði, at við at taka við læruni viðvíkjandi Jesus Kristusi, kundi hann finna fram til loysnina úr kastina, sum býtti sundur fólkið í India.

Tiskil valdi hann ein sunnudag at fara til gudstænastu í eini kirkju í grannalagnum og spyrja prestin, hvussu hann kundi gerast ein kristin ella rættiligur trúgvandi. Men táið hann kom innar í halgidómin, noktaði kirkjutænarin at geva honum sess og mælti honum til at fara og dýrka Gud saman við sínum egna fólki. Gandhi slepti sær út úr kirkjuni og kom ongantíð aftur hagar. “Um tey kristnu eisini høvdu kasti-ósemjur”, segði hann, “so kann eg tað sama halda á fram við Hinduismuni”. Fordómurin hjá hesum kirkjutænara svíkti ikki bara Jesus, men vendi eisini einum persóni burtur frá at líta á Hann sum sín Frelsara.

Hesin fordóms-kirkjutænarin, sum er umrøddur í dagsins andaktsstykki, var við til at bjóða einum múgvandi vitjandi vælkomnum, men háðaði ein neyðstaddan. Kanska kendi hann tað sum at hann gjørdi sína skyldu og útinnti ynskini hjá limunum í kirkjuni. Men hann vísti ringan atburð, og hann var sekur í einari synd líka álvarsamari sum morð ella ótrúskapur (Jákups bræv 2,9-11).

Táið menniskju vitja samkomu tína, tekur tú tá hjartaliga væl ímóti teimum uttan mun til ættarslag ella sosial viðurskifti ?


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo