Aftanfyri pallin
Ímeðan eg var í ferð við at læra meg at brúka eina nýggja teldu, varð eg órógvaður av einum veikum smelli, sum segði frá, at hon var í gongd, hóast einki hendi á skerminum. Teldu umboðsmaðurin á hjálparlinjuni segði mær: "Einki vandamál. Teldan er helst í ferð við at leita eftir onkrum á goymsluni, sum tú ikki ert førur fyri at síggja".

Sum eg hugsaði um máliskuna "at arbeiða í baksýni", byrjaði eg at fata, hvussu sjónliga glógvandi eg eri í viðurskiftum mínum við Gud. Um eg ikki eri førur fyri at ímynda mær eitthvørt, haldi eg tó, at tað fer ikki at henda. Men tað er ikki soleiðis Gud virkar.

Eg síggi í hesum eitt sláandi dømi um, hvussu Gud virkar í loyndum í samband við umvending Sauls. Meðan tey trúgvandi máttu líða undir miskunnarleysu jagstran hansara (Ap.8,1-3), fyrireikaði Gud at broyta hann til ein ágrýtnan umboðsmann Kristusar (Ap.9,15).

Eru umstøður í lívi tínum í dag, har tú kennir, at Gud ikki virkar í tær? Kanska eru tað umstøður, sum seta seg uppímóti einihvørjari roynd til broyting. Kanska er onkur, ið tú elskar, sum í treiskni noktar at taka ímóti tilboði Guds. Hóast tað kann tað tykjast, sum at einki hendir, so virkar Gud tó í loyndum fyri aftan leiktjøldini fyri at fremja Sína ætlan.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo