Gleði í himli
Hin navnframi enski prædikumaðurin C. H. Spurgeon segði frá hesum um Cyrus kong, mannin, sum hertók Babylon og fríðaði jødarnar frá at koma í fangahús: Ein vitjandi, sum hámetti urtagarðin hjá Cyrus, segði, at urtagarðurin gav honum stóra gleði. "Áh", segði Cyrus, "men tú hevur ikki so nógva gleði av hesum urtagarðinum, sum eg havi, tí eg havi sjálvur plantað øll trøðini í honum".

Síðani legði Spurgeon aftrat: "Ein orsøk til, at nøkur trúgvandi fáa størri fylling av gleði í himli enn onnur, er, at tey gjørdu meira fyri himmalin enn onnur. Av náði Guds vóru tey betur før fyri at fáa fleiri sálir til himmals". Hesi orðini áttu at fingið okkum øll, sum kenna Harran, at hugsa álvarsamt. Hvussu mong menniskju koma at vera í himli við okkara hjálp? Ynski okkara átti at verið, at táið vit náa æviga heim okkara, at tá onkur fór at siga við okkum: "Eg eri so takksamur fyri teg, tí at tað var vitnisburður tín, lív títt, innbjóðing tín um at taka ímóti Kristusi, sum er orsøkin til, at eg eri her í dag". Apostulin Paulus sá fram til gleðina í himli við at møta menniskjum har sum eitt úrslit av tænastu hansara (1.Tess.2,19-20).

Ja, gleðin í himlinum verður fullkomin hjá teimum, sum hava leitt onnur til Kristus. Ger tí alt sum tú kanst fyri at leiða tey, sum eru fortapt, til Jesus. Tað er soleiðis at tú kanst savna tær gleði í himli!


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo