Nóg mikið fyri dagin ídag
Lívsdagar okkara kunnu tykjast einsljóðandi. Vegurin, sum liggur frammanfyri okkum tykist at røkka fjórðingar eftir fjórðingar tvørtur um eina flata, ófruktbara oyðimørk við ongum gróðrarbletti í eygsjón. Hvussu skulu vit tá bera okkum at við troyttandi ábyrdarkenslum, táið vit ikki frammanundan kunnu síggja nakra troyst ella ugga undan tyngjandi byrði okkara?

Oliver de Vinck, sum var álvarsliga avlamin frá føðingini, lá hjálparleysur í song síni øll síni 32 ár, uttan at vera førur fyri at hjálpa sær sjálvum. Hvønn tann einasta dag máttu foreldur hansara fáa mat í munn hansara við skeið og skifta blæðu. Og tó megnaðu tey at varðveita eitt hugnaligt heim.

Ein dagin spurdi Kristoffer, bróður Oliver, pápa sin, hvussu tey megnaðu hetta. Hann svaraði, at tey vóru ikki ørkymlaði av teirri røð av morgindøgum, sum lógu frammanfyri teimum. Tey livdu bert ein dag í senn við spurninginum: "Kann eg aftur í dag geva Oliver at eta?" Og svarið var altíð: "Ja, í dag kann eg gera tað".

Jesus lærdi okkum, hvussu vit skuldu handfara vana lívsins: "Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni" (Matt.6,34). Í trúgv og við bøn kunnu vit broyta lívið og tess ofta troyttandi ágang við at leggja ókendu framtíð okkara í náðifullu hendur Hansara, sum lovar, at "sum dagur tín er, skal styrki tín vera"


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo