Ávirkan av bøn
Presturin og høvundurin A. B. Simpson fortaldi um ein bónda, sum pløgdi rundanum ein stóran klett á mark síni ár undan ári. Hann hevði brotið ein saks fyri og annan eftir og tvey plógv við at bera við hendan klettin. Hvørja ferð hann sá hendan meinbogan, grenjaði hann um, hvussu nógvar trupulleikar hesin kletturin hevði volt honum.

Ein dagin gjørdi hann av at fara undir at grava steinin leysan og sleppa sær av við hann. Táið hann setti á ta einum síðuna við gravimaskinuni, var hann púra tikin á bóli, við tað at kletturin bert var ein fót tjúkkur. Tað tók honum ikki nógva tíð at flyta steinin burtur á einum góðsvogni. Hann smíltist við at hugsa um, hvussu hesin "stóri" gamli kletturin hevði verið atvoldin til so mong óneyðug vónbrot.

Ikki allir trupulleikar kunnu vera burturbeindir so lættliga sum hesin steinurin, men bønin er ein virkin háttur at viðgera trupulleikar í øllum støddum. Paulus áminnir okkum um at nýta bønina í øllum umstøðum (Filippibr.4,6).

Ofta táið vit biðja, rekur Gud burtur trupulleikar eins lættliga og sólin fær døggina at hvørva. Aðrar tíðir sýnir Hann okkum, at trupulleikar okkara eru lítisverdir samanborið við hugsanir okkara. Men onkrar forðingar eru ikki til at vika, og vit mugu læra okkum at liva við teimum. Men bønin er tá ein gongd leið, har vísdómur Guds, styrki og langmóð streyma.

Við at nýta bønarleiðina við okkara trupulleikum, kunnu vit fáa hjálp til óneyðuga ørkymlan.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo