Ófrættaboðari
Um onkur sær eini hús í ljósum loga og ger alt hann kann fyri at bjarga íbúgvunum, verður hann manna millum nevndur sum eitt reystmenni. Og so er tað eisini, at tað eigur at vera. Men hví er tað so, at ein trúgvandi, sum viðurkennir tað, sum Gud sigur í bíbliuni um helviti og roynir at ávara fólk, verður rikin á spott sum ein ófrættaboðberi?

Vit lesa um eina líknandi støðu í Fyrstu Mósebók 19, sum sigur okkum frá um lagnuna hjá Sodoma og Gomorra. Bróður Abrahams - Lot - var ávarðaður av Gudi, at Sodoma og Gomorra fóru at verða lagdar í oyði. Lot fór tá út og tosaði við dótturmenn sínar og segði: "Reisist, farið av hesum plássi! Tí Harrin fer at oyða býin!" Men áheitan hansara kom fyri deyv oyru, tí dóttirmenn hansara hildu hann nærrast. Men Lot hevði rætt: dómurin kom!

Fyrr ella seinni fer vreiði Guds aftur at verða oyst út yvir tey óndu í hesum heimi. Sum trúgvandi sleppa vit undan vreiði Hansara, vegna tess, at vit við trúgv á Hann hava fingið syndafyrigeving. Tí er tað ábyrgd okkara at gera tað fyri onnur, sum okkum er viðurfarist, og lata ávaringina ljóða. Vit eiga at siga vantrúgvandi monnum og kvinnum frá einasta vegi til frelsu og fyri at sleppa undan revsing. Kanska tey gera gjøldur burturúr boðskapi okkara, men tað broytir ikki veruleikan.

Latið okkum halda á fram við at leiða medmenniskju okkara til trygdina, sum bert finst í Kristusi. Hesin heimur tørvar fleiri ófrættaboðarar.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo