Kelda av livandi vatni
Í árinum 1796 byrjaði hin eldhugaði Sherwood Eddy tænastu sína sum trúboðari í India. Men aftaná bert eitt ár gjørdi hann av at gevast - ágrýtni hansara var farið og andi hansara niðurbrotin.

Ein morgun eftir eina svøvnleysa nátt ákallaði hann Gud um hjálp. Samstundis mintist hann lyfti Jesusar til kvinnuna við Jákups brunn: "Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið eg gevi honum, skal vera í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív" (Johs.4,14).

Eddy skrivaði: "Eg gjørdi av at steðga á, fyri síðani áhaldandi at nýta meg sjálvan sum keldu, ístaðin fyri at seta álitið á Gud. Frá tí degi av setti eg dagliga tíð av til bøn og at drekka av tí brunni, sum ongantíð tømist - sálarendurnýggjandi keldan av stóru náði Guds".

"Síðani tann dagin", segði Eddy, "havi eg ikki kent ein tíma av myrkri og vónloysi. Hin ævigi Gud hevur verið skjól mítt, og niðriundir mær havi eg kent teir ævigu armarnar".

Tað hevur einki at tíða, hvussu nógv átrýtni ella sergávur vit hava. Fyrr ella seinni uppdaga vit, at kelda okkara við hjálparráðum og ítrivum er tóm. Men táið Kristus, Keldan við hinum livandi vatni, býr í hjørtum okkara, eru vit ikki bundin av stríði ella strevi til at bera uppá okkara menniskjaliga dugnaskap. Jesus gerst okkara ósvitaliga kelda av andaligari endurnýggjan. Vit verða var við, at vit eru tóm - men at Hann er Keldan, sum ongantíð tornar upp.


Umsett úr Our Daily Bread
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo