Pizza fyri onki
Táið tú ert næmingur á einum lærdum skúla, hevur tú tað ofta trongligt fíggjarliga. Táið so útlit eru fyri at fáa eina máltíð fyri einki, koma næmingarnir altíð, nær tað skal vera, og hvar tað so skal vera. Um ein fyritøka ynskir at leggja afturat nýggjar limir, fer hon at freista ung fólk á skúlaøkinum at koma til viðtalu við at bjóða ókeypis pizza. Nakrir næmingar koma til samrøðu eftir samrøðu – bert fyri at fáa pizza. Maturin í løtuni tykist at vera týdningarmiklari enn eitt framtíðarstarv.

Jesus mettaði heili 5.000 menniskju, og dagin eftir vóru tað mong, sum leitaðu aftur til Hansara (Johs.6.10-ll). Hann hevði at teimum og segði: “Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: “Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vóru mett”. Tað tykist sum at maturin var týdningarmiklari fyri summi, enn hitt æviga lívið, sum Jesus bjóðaði teimum við at ofra Seg Sjálvan. Hann segði teimum, at “Hann var breyð Guds, som er komið niður av Himli fyri at geva heiminum lív” (Johs. 6,33). Mong trúðu ikki og vildu ikki taka við boðskapi Hansara og “ferðaðust ikki longur um við Honum”(v.66). Tey høvdu tikið til takkar fyri matin, tey fingu, men tey fagnaðu Honum ikki og fylgdu Honum ikki eftir.

Jesus kallar okkum í dag og biður okkum koma til Sín – ikki eftir signingum úr hondum Hansara, men fyri at móttaka hitt æviga lívið, sum Hann bíður og fylgja Honum eftir – “breyð Guds”.

Umsett úr “Our Daily Bread”
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo