Krøkja av leinkjuni
Jesus gjørdi tað heilt greitt fyri lærusveinum Sínum, at “Hann er vegurin, sannleikin og lívið” (Johs.14,6). Hann er einasti vegurin til Faðirin. Og sannføring okkara og skylda mótvegis Honum endar í kærleika og lýdni – og leiðir til eitt ævigt heim í Himlinum.

Kristina, sum hevði sett sær fyri at kanna Skriftirnar, kom við hesari niðurstøðu: “Jesus doyði fyri øll menniskju, sjálvt teir vandamiklastu syndararnar. Tann størsti brotsmaður ella –kvinna, sum kemur til Hansara í trúgv, tekur Harrin Jesus ímóti við opnum ørmum”.

“Í longri tíð hevur Jesus bankað á hjartadyr mínar. Í fluttari merking vóru hjartadyr mínar opnar. Eg trúði, men eg hevði ikki loyst trygdarketuna. Eg vildi ikki geva lív mítt í hendur Hansara”.

Kristina visti, at hetta var ikki rætt, og hon kendi á sær, at Gud tvingaði hana til at taka eina avgerð.“Eg boygdi knø míni frammanfyri Honum og opnaði hjartadyrnar uppá víðan vegg”. Hon krøkti av

Ein sannur fylgisveinur Jesusar ger tað, sum Hann gevur boð um – uttan trygdarleinkju ella sniðgøtur. Einki avlagt lítið rúm í lívinum fyri okkum sjálvi. Ongar loyniligar syndir.

Um tú - eins og Kristina - higartil hevur hildið teg aftur við at geva teg yvir til Gud, so er tíð hjá tær nú til at krøkja av leinkjuna. Lat alt fyrivarni fara og opna hjarta títt og uppliv gleðina av einum lýdnum sambandi við Frelsara tín Jesus Kristus.

Umsett úr “Our Daily Bread”
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo