Friður
Táið Adam og Eva livdu, fór friðurin fyri einki. So skjótt sum tey høvdu etið av teirri forbodnu fruktini og sóu, at tey vóru nakin, fóru tey at skylda uppá hvønn annan. Adam ákærdi Gud og segði:“Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át” (1.Mós.3,12), og har byrjaði soleiðis eitt stríð á friðfullu gongustjørnu Guds. Tíanverri hava allir eftirkomarar, íroknað okkum sjálvi, tikið eftir hesum vánaliga fyridømi. Vit hava ábreiðslur til onnur fyri okkara egnu vánaligu val og verða ill, táið eingin er, sum vil viðganga skuldarkenslu. Finnast at øðrum fyri, at okkara vónloysi niðurbrýtur okkara familjur, samkomur, samfeløg og fólkasløg. Vit kunnu ikki fáa frið í lag vegna tess, at vit hava fremst í huga at finnast at ella geva ábreiðslur.

Jólini eru friðarhátíðin. Gamla Testamentið sigur okkum, hvussu Gud legði fyri við at kunngera um friðarhøvdingan í Esaias 9,6 :“Tí Barn er føtt okkum og sonur er givin okkum”. Jesus kom fyri at bróta ringrásina av synd og skuld við at útvega okkum frið við Gud “við blóði kross Hansara” (Kol.1,20). Ìstaðin fyri at lasta okkum fyri allar trupulleikar, sum vit vóru atvoldin til, bar Hann skuldina hjá okkum øllum. Nú kallar Hann fylgisveinar, sum eftir at hava móttikið fyrigeving Hansara, ynskja at onnur eisini skulu uppliva tað sama.

Táið vit hava móttikið fyrigeving frá Gudi, er ikki ynski okkara at sýta øðrum at móttaka tað sama. Táið vit liva í samfelag og friði við Gud, eru vit íðin at fáa frið í lag við onnur. Vit kunnu bæði geva og móttaka frið á jólum.

Umsett úr “Our Daily Bread”
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo