Stórliga elskaður
Ein vinur mín umrøddi ommu sína sum eina, ið hevði størstu ávirkan í lívi hansara. Táið hann var tilkomin, hevði hann eina mynd av henni standandi á skriviborðinum fyri at minna seg á hennara treytaleysa kærleika. Hann segði: "Í verunleikanum trúgvi eg, at hon hjálpti mær at læra, hvussu eg átti at elska".
,
Ikki øll menniskju hava haft eina líknandi roynd av menniskjakærleika, men gjøgnum Jesus Kristus kunnu vit øll fáa royndir av at vera elskaði av Gudi. Í fyrsta Jóhannesarbrævi 4. kapitli kemur orðið "at elska" fyri 27 ferðir, og kærleiki Guds gjøgnum Kristus Jesus siteraður, har keldan av kærleika Guds vellir fram, ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara (1.Johs.4,10). "Vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara" (v.16). "Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst" (v.19).

Kærleiki Guds er ikki bert ein dryppandi krani, ella ein brunnur, sum vit sjálvi mugu grava okkum. Tað er rennandi streymur, sum fløðir fram úr hjarta Hansara til okkara. Hvat so enn okkara familju bakstøði er, ella royndir í lívinum - antin vit kenna okkum elskaði av øðrum ella ikki - so kunnu vit kenna kærleika. Vit kunnu drekka úr ótømandi kærleikskeldu Hansara, og vit kunnu geva tað víðari til onnur.

Í Jesus Kristusi, Frelsara okkara, eru vit høgt elskaði.


Umsett úr "Our Daily Bread"
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo