Ongantíð ov upptikin
Nakrir háskúlanæmingar høvdu leigað eini hús frá systir mínari og húsbónda hennara. Eina náttina gjørdi ein innbrotstjóvur eina roynd at sleppa inn. Táið tann unga kvinnan, sum átti húsini, ringdi til løgregluna og segði frá, at ein innbrotstjóvur gjørdi um seg á húsum hennara, svaraði løgreglumaðurin á ein sera óvanligan hátt: "Tú mást ringja aftur í morgin. Vit hava alt ov nógv at gera júst nú". Hendan unga kvinnan hevði gjørt tað, sum rætt var, men á ein ella annan hátt var bøn hennara um hjálp lítisverd. Hetta slagið av líkasælu er sera ørkymlandi.

Kortini hendir líkasæla ongantíð, táið vit venda okkum til Gud í bøn. Vit kenna kanska ikki altíð, at Gud lurtar eftir bønunum, men tað ger Hann. Hann hevur umsorgan, og Hann fer at svara. Bíblian minnir okkum á, at vit kunnu ugga okkum við, at Gud er sera áhugaður í tí, sum viðvíkur hjørtum okkara. "Nær er Harrin øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum" (Sálmi 145,18).

Heldur enn at venda okkum bakið, táið vit ákalla Hann, kemur himmalski Faðir okkara nærri, táið okkum tørvar tað. Hann hevur ongantíð so nógvan skund, at Hann ikki hoyrir bønir okkara. Hann hoyrir okkum, táið vit kalla á Hann.


Umsett úr "Our Daily Bread"
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo