Leingjast heim
Táið sonur okkara Steffan var unglingi, fór hann á eina kristna summarlegu. Nakrar dagar seinni fingu vit eitt bræv frá honum, sum var stílað til "mammu og pápa Crowder", og innihaldið var sera einfalt: "Komið og fáið meg heim í dag!" Hvat hugsunarhátturin hjá einum barni sjálvandi ikki kundi fata, var at tað tók fleiri dagar, áðrenn vit fingu brævið og enntá longri tíð, áðrenn vit kundu koma eftir honum. Alt tað, sum unga hjarta hansara visti, var at honum longdist eftir at koma heim til mammu og pápa sín - og tað kann vera hart fyri eitt barn.

Við hvørt kunnu vit hava tað sum Steffan, táið vit hugsa um henda heimin. Tað er lætt at hugsa langtandi eftir at vera saman við Jesusi og byrja at ynskja eftir, at vit kunnu fara heim til æviga bústað okkara (Præd.12,5), og har vit koma at vera saman við Kristusi (Filippibr.1,23). Sum børn Guds vita vit (samb. Johs.1,12), at hesin heimurin fer ongantíð at vera okkara sanna heim. Eins og apostulin Paulus kenna vit serstakliga, at lívið mangan er eitt baks. Meðan Paulus bíðaði í Róm, skrivaði hann: "Men eg standi yvasamur millum hesi bæði: Eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristusi, tí var mangan, mangan betri, men at vera verðandi í holdinum er neyðugari fyri tykkara skuld (Filippibr.1,23). Honum longdist eftir at tæna Kristusi, men ein partur av honum longdist eftir at vera saman við Frelsaranum.

Tað er ein troyst at vita, at vit kunnu hugsa frammanundan um at vera saman við Jesusi - í einum heimi, sum er mangan betri enn hesin.


Umsett úr "Our Daily Bread"
Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo