Fjaldur í klettinum
Tað verður sagt um ein ungan prædikumann, sum varð nevndur Augustus Toplady, at hann einaferð, táið hann var ein gongutúr í grannalagnum, brádliga varð tikin av fótum av einum stormi, sum sópaði alt fyri sær í landsskapinum. Augustus rakti við eina stóra kluft í klettinum stutt fammanfyri seg, og har fann hann sær skýli, inntil stormurin var avhasaður. Táið vatnflóðin var liðug, kom honum til hugs samanhangin millum skýli hansara og hjálp Guds í sínum egna stormi í lívinum.

Hann hevði einki pappír at skriva uppá, men fann eitt spælikort í hellinum, og har byrjaði hann at skriva orðini til tann nógv elskaða sálmin “Klettur klovin fyri meg”.

Skrivaður ein baldrutan dag í 1775 hevur hesin sálmurin verið ein kelda av styrki fyri trúgvandi menniskjum um allan heimin síðani tá:

Klettur klovin fyri meg!
fjaldur í Tær eri eg;
blóðið tað, sum frá Tær rann,
lív og rættvísi mær vann.
lyfti mína byrði av
hjartafrið og hvíld mær gav.


Umsett úr Our Daily Bread

Mikkjal á Bergi
Created by krea.fo