Bíbliutektsur til 24.03.2020
Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Efesus 2
Eisini tykkum hevur Hann gjørt livandi, tykkum, sum deyð vóru í misbrotum og syndum tykkara, sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins. Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini. Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi - av náði eru tit frelst! - og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi, fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er, við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi. Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær. Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum. Minnist tí, at tit áður - tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir av hini sokallaðu umskering, sum verður gjørd í holdinum við hondini - minnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, útistongd frá borgararætti Ísraels og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum! Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar. Tí Hann er friður okkara, Hann, sum gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin, táið Hann í holdi Sínum tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið, og fyri at Hann við krossinum kundi í einum likami fáa báðar partar sáttar við Gud, við tað at Hann við honum drap fíggindskapin. Hann kom og kunngjørdi tykkum frið, sum langt burtur vóru, og teimum frið, sum nær vóru. Tí við Honum hava vit - báðir partar - í einum Anda atgongd til Faðirin. Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds, tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna - og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum. Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum.

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!
Created by krea.fo