Betesda http://betesda.fo/ Fjaldur í klettinum http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=234 Tað verður sagt um ein ungan prædikumann, sum varð nevndur Augustus Toplady, at hann einaferð, táið hann var ein gongutúr í grannalagnum, brádliga varð tikin av fótum av einum stormi, sum sópaði alt fyri sær í landsskapinum. Augustus rakti við eina stóra kluft í klettinum stutt fammanfyri seg, og har fann hann sær skýli, inntil stormurin var avhasaður. Táið vatnflóðin var liðug, kom honum til hugs samanhangin millum skýli hansara og hjálp Guds í sínum egna stormi í lívinum. Hann hevði einki pappír at skriva uppá, men fann eitt spælikort í hellinum, og har byrjaði hann at skriva orðini til tann nógv elskaða sálmin “Klettur klovin fyri meg”. Skrivaður ein baldrutan dag í 1775 hevur hesin sálmurin verið ein kelda av styrki fyri trúgvandi menniskjum um allan heimin síðani tá: Klettur klovin fyri meg! fjaldur í Tær eri eg; blóðið tað, sum frá Tær rann, lív og rættvísi mær vann. lyfti mína byrði av hjartafrið og hvíld mær gav. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 15. februar 2015 Leingjast heim http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=233 Táið sonur okkara Steffan var unglingi, fór hann á eina kristna summarlegu. Nakrar dagar seinni fingu vit eitt bræv frá honum, sum var stílað til "mammu og pápa Crowder", og innihaldið var sera einfalt: "Komið og fáið meg heim í dag!" Hvat hugsunarhátturin hjá einum barni sjálvandi ikki kundi fata, var at tað tók fleiri dagar, áðrenn vit fingu brævið og enntá longri tíð, áðrenn vit kundu koma eftir honum. Alt tað, sum unga hjarta hansara visti, var at honum longdist eftir at koma heim til mammu og pápa sín - og tað kann vera hart fyri eitt barn. Við hvørt kunnu vit hava tað sum Steffan, táið vit hugsa um henda heimin. Tað er lætt at hugsa langtandi eftir at vera saman við Jesusi og byrja at ynskja eftir, at vit kunnu fara heim til æviga bústað okkara (Præd.12,5), og har vit koma at vera saman við Kristusi (Filippibr.1,23). Sum børn Guds vita vit (samb. Johs.1,12), at hesin heimurin fer ongantíð at vera okkara sanna heim. Eins og apostulin Paulus kenna vit serstakliga, at lívið mangan er eitt baks. Meðan Paulus bíðaði í Róm, skrivaði hann: "Men eg standi yvasamur millum hesi bæði: Eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristusi, tí var mangan, mangan betri, men at vera verðandi í holdinum er neyðugari fyri tykkara skuld (Filippibr.1,23). Honum longdist eftir at tæna Kristusi, men ein partur av honum longdist eftir at vera saman við Frelsaranum. Tað er ein troyst at vita, at vit kunnu hugsa frammanundan um at vera saman við Jesusi - í einum heimi, sum er mangan betri enn hesin. Umsett úr "Our Daily Bread" Mikkjal á Bergi Default 15. februar 2015 Ongantíð ov upptikin http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=232 Nakrir háskúlanæmingar høvdu leigað eini hús frá systir mínari og húsbónda hennara. Eina náttina gjørdi ein innbrotstjóvur eina roynd at sleppa inn. Táið tann unga kvinnan, sum átti húsini, ringdi til løgregluna og segði frá, at ein innbrotstjóvur gjørdi um seg á húsum hennara, svaraði løgreglumaðurin á ein sera óvanligan hátt: "Tú mást ringja aftur í morgin. Vit hava alt ov nógv at gera júst nú". Hendan unga kvinnan hevði gjørt tað, sum rætt var, men á ein ella annan hátt var bøn hennara um hjálp lítisverd. Hetta slagið av líkasælu er sera ørkymlandi. Kortini hendir líkasæla ongantíð, táið vit venda okkum til Gud í bøn. Vit kenna kanska ikki altíð, at Gud lurtar eftir bønunum, men tað ger Hann. Hann hevur umsorgan, og Hann fer at svara. Bíblian minnir okkum á, at vit kunnu ugga okkum við, at Gud er sera áhugaður í tí, sum viðvíkur hjørtum okkara. "Nær er Harrin øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum" (Sálmi 145,18). Heldur enn at venda okkum bakið, táið vit ákalla Hann, kemur himmalski Faðir okkara nærri, táið okkum tørvar tað. Hann hevur ongantíð so nógvan skund, at Hann ikki hoyrir bønir okkara. Hann hoyrir okkum, táið vit kalla á Hann. Umsett úr "Our Daily Bread" Mikkjal á Bergi Default 29. desember 2014 Stórliga elskaður http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=231 Ein vinur mín umrøddi ommu sína sum eina, ið hevði størstu ávirkan í lívi hansara. Táið hann var tilkomin, hevði hann eina mynd av henni standandi á skriviborðinum fyri at minna seg á hennara treytaleysa kærleika. Hann segði: "Í verunleikanum trúgvi eg, at hon hjálpti mær at læra, hvussu eg átti at elska". , Ikki øll menniskju hava haft eina líknandi roynd av menniskjakærleika, men gjøgnum Jesus Kristus kunnu vit øll fáa royndir av at vera elskaði av Gudi. Í fyrsta Jóhannesarbrævi 4. kapitli kemur orðið "at elska" fyri 27 ferðir, og kærleiki Guds gjøgnum Kristus Jesus siteraður, har keldan av kærleika Guds vellir fram, ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara (1.Johs.4,10). "Vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara" (v.16). "Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst" (v.19). Kærleiki Guds er ikki bert ein dryppandi krani, ella ein brunnur, sum vit sjálvi mugu grava okkum. Tað er rennandi streymur, sum fløðir fram úr hjarta Hansara til okkara. Hvat so enn okkara familju bakstøði er, ella royndir í lívinum - antin vit kenna okkum elskaði av øðrum ella ikki - so kunnu vit kenna kærleika. Vit kunnu drekka úr ótømandi kærleikskeldu Hansara, og vit kunnu geva tað víðari til onnur. Í Jesus Kristusi, Frelsara okkara, eru vit høgt elskaði. Umsett úr "Our Daily Bread" Mikkjal á Bergi Default 29. desember 2014 Friður http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=230 Táið Adam og Eva livdu, fór friðurin fyri einki. So skjótt sum tey høvdu etið av teirri forbodnu fruktini og sóu, at tey vóru nakin, fóru tey at skylda uppá hvønn annan. Adam ákærdi Gud og segði:“Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át” (1.Mós.3,12), og har byrjaði soleiðis eitt stríð á friðfullu gongustjørnu Guds. Tíanverri hava allir eftirkomarar, íroknað okkum sjálvi, tikið eftir hesum vánaliga fyridømi. Vit hava ábreiðslur til onnur fyri okkara egnu vánaligu val og verða ill, táið eingin er, sum vil viðganga skuldarkenslu. Finnast at øðrum fyri, at okkara vónloysi niðurbrýtur okkara familjur, samkomur, samfeløg og fólkasløg. Vit kunnu ikki fáa frið í lag vegna tess, at vit hava fremst í huga at finnast at ella geva ábreiðslur. Jólini eru friðarhátíðin. Gamla Testamentið sigur okkum, hvussu Gud legði fyri við at kunngera um friðarhøvdingan í Esaias 9,6 :“Tí Barn er føtt okkum og sonur er givin okkum”. Jesus kom fyri at bróta ringrásina av synd og skuld við at útvega okkum frið við Gud “við blóði kross Hansara” (Kol.1,20). Ìstaðin fyri at lasta okkum fyri allar trupulleikar, sum vit vóru atvoldin til, bar Hann skuldina hjá okkum øllum. Nú kallar Hann fylgisveinar, sum eftir at hava móttikið fyrigeving Hansara, ynskja at onnur eisini skulu uppliva tað sama. Táið vit hava móttikið fyrigeving frá Gudi, er ikki ynski okkara at sýta øðrum at móttaka tað sama. Táið vit liva í samfelag og friði við Gud, eru vit íðin at fáa frið í lag við onnur. Vit kunnu bæði geva og móttaka frið á jólum. Umsett úr “Our Daily Bread” Mikkjal á Bergi Default 20. desember 2014 Krøkja av leinkjuni http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=228 Jesus gjørdi tað heilt greitt fyri lærusveinum Sínum, at “Hann er vegurin, sannleikin og lívið” (Johs.14,6). Hann er einasti vegurin til Faðirin. Og sannføring okkara og skylda mótvegis Honum endar í kærleika og lýdni – og leiðir til eitt ævigt heim í Himlinum. Kristina, sum hevði sett sær fyri at kanna Skriftirnar, kom við hesari niðurstøðu: “Jesus doyði fyri øll menniskju, sjálvt teir vandamiklastu syndararnar. Tann størsti brotsmaður ella –kvinna, sum kemur til Hansara í trúgv, tekur Harrin Jesus ímóti við opnum ørmum”. “Í longri tíð hevur Jesus bankað á hjartadyr mínar. Í fluttari merking vóru hjartadyr mínar opnar. Eg trúði, men eg hevði ikki loyst trygdarketuna. Eg vildi ikki geva lív mítt í hendur Hansara”. Kristina visti, at hetta var ikki rætt, og hon kendi á sær, at Gud tvingaði hana til at taka eina avgerð.“Eg boygdi knø míni frammanfyri Honum og opnaði hjartadyrnar uppá víðan vegg”. Hon krøkti av Ein sannur fylgisveinur Jesusar ger tað, sum Hann gevur boð um – uttan trygdarleinkju ella sniðgøtur. Einki avlagt lítið rúm í lívinum fyri okkum sjálvi. Ongar loyniligar syndir. Um tú - eins og Kristina - higartil hevur hildið teg aftur við at geva teg yvir til Gud, so er tíð hjá tær nú til at krøkja av leinkjuna. Lat alt fyrivarni fara og opna hjarta títt og uppliv gleðina av einum lýdnum sambandi við Frelsara tín Jesus Kristus. Umsett úr “Our Daily Bread” Mikkjal á Bergi Default 6. november 2014 Pizza fyri onki http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=227 Táið tú ert næmingur á einum lærdum skúla, hevur tú tað ofta trongligt fíggjarliga. Táið so útlit eru fyri at fáa eina máltíð fyri einki, koma næmingarnir altíð, nær tað skal vera, og hvar tað so skal vera. Um ein fyritøka ynskir at leggja afturat nýggjar limir, fer hon at freista ung fólk á skúlaøkinum at koma til viðtalu við at bjóða ókeypis pizza. Nakrir næmingar koma til samrøðu eftir samrøðu – bert fyri at fáa pizza. Maturin í løtuni tykist at vera týdningarmiklari enn eitt framtíðarstarv. Jesus mettaði heili 5.000 menniskju, og dagin eftir vóru tað mong, sum leitaðu aftur til Hansara (Johs.6.10-ll). Hann hevði at teimum og segði: “Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: “Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vóru mett”. Tað tykist sum at maturin var týdningarmiklari fyri summi, enn hitt æviga lívið, sum Jesus bjóðaði teimum við at ofra Seg Sjálvan. Hann segði teimum, at “Hann var breyð Guds, som er komið niður av Himli fyri at geva heiminum lív” (Johs. 6,33). Mong trúðu ikki og vildu ikki taka við boðskapi Hansara og “ferðaðust ikki longur um við Honum”(v.66). Tey høvdu tikið til takkar fyri matin, tey fingu, men tey fagnaðu Honum ikki og fylgdu Honum ikki eftir. Jesus kallar okkum í dag og biður okkum koma til Sín – ikki eftir signingum úr hondum Hansara, men fyri at móttaka hitt æviga lívið, sum Hann bíður og fylgja Honum eftir – “breyð Guds”. Umsett úr “Our Daily Bread” Mikkjal á Bergi Default 6. november 2014 Kelda av livandi vatni http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=226 Í árinum 1796 byrjaði hin eldhugaði Sherwood Eddy tænastu sína sum trúboðari í India. Men aftaná bert eitt ár gjørdi hann av at gevast - ágrýtni hansara var farið og andi hansara niðurbrotin. Ein morgun eftir eina svøvnleysa nátt ákallaði hann Gud um hjálp. Samstundis mintist hann lyfti Jesusar til kvinnuna við Jákups brunn: "Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið eg gevi honum, skal vera í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív" (Johs.4,14). Eddy skrivaði: "Eg gjørdi av at steðga á, fyri síðani áhaldandi at nýta meg sjálvan sum keldu, ístaðin fyri at seta álitið á Gud. Frá tí degi av setti eg dagliga tíð av til bøn og at drekka av tí brunni, sum ongantíð tømist - sálarendurnýggjandi keldan av stóru náði Guds". "Síðani tann dagin", segði Eddy, "havi eg ikki kent ein tíma av myrkri og vónloysi. Hin ævigi Gud hevur verið skjól mítt, og niðriundir mær havi eg kent teir ævigu armarnar". Tað hevur einki at tíða, hvussu nógv átrýtni ella sergávur vit hava. Fyrr ella seinni uppdaga vit, at kelda okkara við hjálparráðum og ítrivum er tóm. Men táið Kristus, Keldan við hinum livandi vatni, býr í hjørtum okkara, eru vit ikki bundin av stríði ella strevi til at bera uppá okkara menniskjaliga dugnaskap. Jesus gerst okkara ósvitaliga kelda av andaligari endurnýggjan. Vit verða var við, at vit eru tóm - men at Hann er Keldan, sum ongantíð tornar upp. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 11. mai 2014 Ófrættaboðari http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=225 Um onkur sær eini hús í ljósum loga og ger alt hann kann fyri at bjarga íbúgvunum, verður hann manna millum nevndur sum eitt reystmenni. Og so er tað eisini, at tað eigur at vera. Men hví er tað so, at ein trúgvandi, sum viðurkennir tað, sum Gud sigur í bíbliuni um helviti og roynir at ávara fólk, verður rikin á spott sum ein ófrættaboðberi? Vit lesa um eina líknandi støðu í Fyrstu Mósebók 19, sum sigur okkum frá um lagnuna hjá Sodoma og Gomorra. Bróður Abrahams - Lot - var ávarðaður av Gudi, at Sodoma og Gomorra fóru at verða lagdar í oyði. Lot fór tá út og tosaði við dótturmenn sínar og segði: "Reisist, farið av hesum plássi! Tí Harrin fer at oyða býin!" Men áheitan hansara kom fyri deyv oyru, tí dóttirmenn hansara hildu hann nærrast. Men Lot hevði rætt: dómurin kom! Fyrr ella seinni fer vreiði Guds aftur at verða oyst út yvir tey óndu í hesum heimi. Sum trúgvandi sleppa vit undan vreiði Hansara, vegna tess, at vit við trúgv á Hann hava fingið syndafyrigeving. Tí er tað ábyrgd okkara at gera tað fyri onnur, sum okkum er viðurfarist, og lata ávaringina ljóða. Vit eiga at siga vantrúgvandi monnum og kvinnum frá einasta vegi til frelsu og fyri at sleppa undan revsing. Kanska tey gera gjøldur burturúr boðskapi okkara, men tað broytir ikki veruleikan. Latið okkum halda á fram við at leiða medmenniskju okkara til trygdina, sum bert finst í Kristusi. Hesin heimur tørvar fleiri ófrættaboðarar. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 11. mai 2014 Ávirkan av bøn http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=224 Presturin og høvundurin A. B. Simpson fortaldi um ein bónda, sum pløgdi rundanum ein stóran klett á mark síni ár undan ári. Hann hevði brotið ein saks fyri og annan eftir og tvey plógv við at bera við hendan klettin. Hvørja ferð hann sá hendan meinbogan, grenjaði hann um, hvussu nógvar trupulleikar hesin kletturin hevði volt honum. Ein dagin gjørdi hann av at fara undir at grava steinin leysan og sleppa sær av við hann. Táið hann setti á ta einum síðuna við gravimaskinuni, var hann púra tikin á bóli, við tað at kletturin bert var ein fót tjúkkur. Tað tók honum ikki nógva tíð at flyta steinin burtur á einum góðsvogni. Hann smíltist við at hugsa um, hvussu hesin "stóri" gamli kletturin hevði verið atvoldin til so mong óneyðug vónbrot. Ikki allir trupulleikar kunnu vera burturbeindir so lættliga sum hesin steinurin, men bønin er ein virkin háttur at viðgera trupulleikar í øllum støddum. Paulus áminnir okkum um at nýta bønina í øllum umstøðum (Filippibr.4,6). Ofta táið vit biðja, rekur Gud burtur trupulleikar eins lættliga og sólin fær døggina at hvørva. Aðrar tíðir sýnir Hann okkum, at trupulleikar okkara eru lítisverdir samanborið við hugsanir okkara. Men onkrar forðingar eru ikki til at vika, og vit mugu læra okkum at liva við teimum. Men bønin er tá ein gongd leið, har vísdómur Guds, styrki og langmóð streyma. Við at nýta bønarleiðina við okkara trupulleikum, kunnu vit fáa hjálp til óneyðuga ørkymlan. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 29. apríl 2014 Nóg mikið fyri dagin ídag http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=223 Lívsdagar okkara kunnu tykjast einsljóðandi. Vegurin, sum liggur frammanfyri okkum tykist at røkka fjórðingar eftir fjórðingar tvørtur um eina flata, ófruktbara oyðimørk við ongum gróðrarbletti í eygsjón. Hvussu skulu vit tá bera okkum at við troyttandi ábyrdarkenslum, táið vit ikki frammanundan kunnu síggja nakra troyst ella ugga undan tyngjandi byrði okkara? Oliver de Vinck, sum var álvarsliga avlamin frá føðingini, lá hjálparleysur í song síni øll síni 32 ár, uttan at vera førur fyri at hjálpa sær sjálvum. Hvønn tann einasta dag máttu foreldur hansara fáa mat í munn hansara við skeið og skifta blæðu. Og tó megnaðu tey at varðveita eitt hugnaligt heim. Ein dagin spurdi Kristoffer, bróður Oliver, pápa sin, hvussu tey megnaðu hetta. Hann svaraði, at tey vóru ikki ørkymlaði av teirri røð av morgindøgum, sum lógu frammanfyri teimum. Tey livdu bert ein dag í senn við spurninginum: "Kann eg aftur í dag geva Oliver at eta?" Og svarið var altíð: "Ja, í dag kann eg gera tað". Jesus lærdi okkum, hvussu vit skuldu handfara vana lívsins: "Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni" (Matt.6,34). Í trúgv og við bøn kunnu vit broyta lívið og tess ofta troyttandi ágang við at leggja ókendu framtíð okkara í náðifullu hendur Hansara, sum lovar, at "sum dagur tín er, skal styrki tín vera" Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 29. apríl 2014 Gleði í himli http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=222 Hin navnframi enski prædikumaðurin C. H. Spurgeon segði frá hesum um Cyrus kong, mannin, sum hertók Babylon og fríðaði jødarnar frá at koma í fangahús: Ein vitjandi, sum hámetti urtagarðin hjá Cyrus, segði, at urtagarðurin gav honum stóra gleði. "Áh", segði Cyrus, "men tú hevur ikki so nógva gleði av hesum urtagarðinum, sum eg havi, tí eg havi sjálvur plantað øll trøðini í honum". Síðani legði Spurgeon aftrat: "Ein orsøk til, at nøkur trúgvandi fáa størri fylling av gleði í himli enn onnur, er, at tey gjørdu meira fyri himmalin enn onnur. Av náði Guds vóru tey betur før fyri at fáa fleiri sálir til himmals". Hesi orðini áttu at fingið okkum øll, sum kenna Harran, at hugsa álvarsamt. Hvussu mong menniskju koma at vera í himli við okkara hjálp? Ynski okkara átti at verið, at táið vit náa æviga heim okkara, at tá onkur fór at siga við okkum: "Eg eri so takksamur fyri teg, tí at tað var vitnisburður tín, lív títt, innbjóðing tín um at taka ímóti Kristusi, sum er orsøkin til, at eg eri her í dag". Apostulin Paulus sá fram til gleðina í himli við at møta menniskjum har sum eitt úrslit av tænastu hansara (1.Tess.2,19-20). Ja, gleðin í himlinum verður fullkomin hjá teimum, sum hava leitt onnur til Kristus. Ger tí alt sum tú kanst fyri at leiða tey, sum eru fortapt, til Jesus. Tað er soleiðis at tú kanst savna tær gleði í himli! Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 29. apríl 2014 Aftanfyri pallin http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=221 Ímeðan eg var í ferð við at læra meg at brúka eina nýggja teldu, varð eg órógvaður av einum veikum smelli, sum segði frá, at hon var í gongd, hóast einki hendi á skerminum. Teldu umboðsmaðurin á hjálparlinjuni segði mær: "Einki vandamál. Teldan er helst í ferð við at leita eftir onkrum á goymsluni, sum tú ikki ert førur fyri at síggja". Sum eg hugsaði um máliskuna "at arbeiða í baksýni", byrjaði eg at fata, hvussu sjónliga glógvandi eg eri í viðurskiftum mínum við Gud. Um eg ikki eri førur fyri at ímynda mær eitthvørt, haldi eg tó, at tað fer ikki at henda. Men tað er ikki soleiðis Gud virkar. Eg síggi í hesum eitt sláandi dømi um, hvussu Gud virkar í loyndum í samband við umvending Sauls. Meðan tey trúgvandi máttu líða undir miskunnarleysu jagstran hansara (Ap.8,1-3), fyrireikaði Gud at broyta hann til ein ágrýtnan umboðsmann Kristusar (Ap.9,15). Eru umstøður í lívi tínum í dag, har tú kennir, at Gud ikki virkar í tær? Kanska eru tað umstøður, sum seta seg uppímóti einihvørjari roynd til broyting. Kanska er onkur, ið tú elskar, sum í treiskni noktar at taka ímóti tilboði Guds. Hóast tað kann tað tykjast, sum at einki hendir, so virkar Gud tó í loyndum fyri aftan leiktjøldini fyri at fremja Sína ætlan. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 10. apríl 2014 Partískur samkomutænari http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=220 Í sjálvsævisøgu sínari skrivaði Mahatma Gandhi, at tey árini hann var studentur, læs hann og kannaði av álvara evangeliini, og hugsaði hann verunliga um at venda um til kristindómin. Hann trúði, at við at taka við læruni viðvíkjandi Jesus Kristusi, kundi hann finna fram til loysnina úr kastina, sum býtti sundur fólkið í India. Tiskil valdi hann ein sunnudag at fara til gudstænastu í eini kirkju í grannalagnum og spyrja prestin, hvussu hann kundi gerast ein kristin ella rættiligur trúgvandi. Men táið hann kom innar í halgidómin, noktaði kirkjutænarin at geva honum sess og mælti honum til at fara og dýrka Gud saman við sínum egna fólki. Gandhi slepti sær út úr kirkjuni og kom ongantíð aftur hagar. “Um tey kristnu eisini høvdu kasti-ósemjur”, segði hann, “so kann eg tað sama halda á fram við Hinduismuni”. Fordómurin hjá hesum kirkjutænara svíkti ikki bara Jesus, men vendi eisini einum persóni burtur frá at líta á Hann sum sín Frelsara. Hesin fordóms-kirkjutænarin, sum er umrøddur í dagsins andaktsstykki, var við til at bjóða einum múgvandi vitjandi vælkomnum, men háðaði ein neyðstaddan. Kanska kendi hann tað sum at hann gjørdi sína skyldu og útinnti ynskini hjá limunum í kirkjuni. Men hann vísti ringan atburð, og hann var sekur í einari synd líka álvarsamari sum morð ella ótrúskapur (Jákups bræv 2,9-11). Táið menniskju vitja samkomu tína, tekur tú tá hjartaliga væl ímóti teimum uttan mun til ættarslag ella sosial viðurskifti ? Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 24. november 2013 Tamarhald á angist http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=219 Fyri nøkrum árum síðani, táið eg lá í einari sjúkrasong á einum sjúkrahúsi, hoyrdi eg av tilvild eina samrøðu millum tvær kvinnur í einum bíðirúmi uttanfyri hurð mína.Eftir øllum at døma var annar maðurin í eini sera hættisligari støðu likamliga. Kona hansara hevði verið undir ógvusligari strongd og verið stúrin fyri heilsu hansara. Hon segði tí við vinkonu sína: "Táið tú ert líka stúrin, sum eg eri, átti tú at fingið tær ein royk!" Tað fekk meg at hugsa um, hvussuleiðis mong menniskju káva útyvir teirra angist. Nøkur falla fyri rúsdrekka, meðan tað hjá øðrum blívur til at eta meira enn gott er, og uppaftur onnur til arbeiðssemi. Dávid kongur gav okkum eina mangan betri loysn á hesum vandamáli í Sálmi 56,4: "Men táið ræðsla fellur á meg, líti eg á Teg". Tað er harmiligt, táið vit fara til onkran annan enn Harran til at fylla eitt tómrúm ella káva útyvir ta líðing, sum vit kenna í likaminum. Um vit hava sett álit okkara á Son Guds, Jesus Kristus, kunnu vit hava álit á, at himmalski Faðir okkara sær til okkum í royndum okkara, og Hann hevur givið okkum lyfti um Sína varðveitslu. Táið sorg ella trongd kemur á leið okkara, kunnu vit seta álit okkara á Harran. Hann ynskir, at vit skulu kalla á Hann, so at Hann kann stuðla okkum við Síni nærveru og geva okkum Sín frið. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 12. oktober 2013 Ein munnbiti av smásteinum http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=218 Ein munnbiti av smásteinum! Hvør ein óhugnalig kensla. Orðtøkini 20,17 avmynda ein mann, sum byrjar at eta av einum søtum breyði, sum hann hevði útvegað sær á ein óærligan hátt, men síðani fann útav, at muður hansara var fullur av smásteinum. Eg veit, hvat hetta kann sammetast við. Fyri stuttum setti eg meg niður í ein hugnaligan djúpan stól og fylti munnin við jarðnøtum og byrjaði at tyggja. Alt í einum gresjaðu tenninar í nakað, sum ikki var jarðnøta. Sum eitt snarljós fór ein stingandi pína gjøgnum munnin. Táið eg spýtti jarðnøtuna út, fann eg harímillum eina steinpirru og eitt petti av eini brotnari tonn! Salomon brúkar hesa myndina fyri at tosa um svikagerð. At vænta, at synd ikki verður straffað, er ein villleiðing. Tann, sum bert livir fyri stuttleika og verðsliga njótan, fer til endans at finna seg sjálvan við munninum fullum av smásteinum. Skuggakendur atburður og illgrundaverdar mannagongdir í handilslívi kunnu tykjast at loysa seg og geva ágóða í løtuni, men aftaná gevur tað einki uttan angur og iðran. Í týðiligum mótsetningi sigur Salomon: "Hin rættvísi gongur ólastandi fram; lukkulig eru børn hansara eftir hann (Orðt.20,7). Um vit liva sannførandi ístaðin fyri óálítandi, koma vit ikki at enda við munninum fullum av smásteinum. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 3. august 2013 Stóri frelsari okkara http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=217 Margaret Nikol varð fødd inn í eina presta familju í Bulgaria. Mamma og pápi hennara vóru í 1960 tikin av døgum av kommunistunum vegna trúgv teirra. Margaret var ein gávaður fíól spælari, og hóast mótstøðu fekk hon eina framúrskarandi útbúgving. Hon gjørdist gitin gjøgnum alt Europa og var konsertmeistari í Dresden symfoni orkestrinum. Men orsakað av trúgv hennara á Jesus Kristus kom hon undir likamligt og kensluligt miskunnarloysi. Um síðir varð hon dømd til fongsulsrevsing, sum skuldi byrja, táið árliga konsert tíðin var farin afturum. Men Gud hevði eina aðra ætlan. Margaret hevði fingið innbjóðing til at spæla í Wien á einari páskakonsert í 1982. Kommunistarnir høvdu ferð eftir ferð noktað at geva loyvi, men at enda, orsakað av trýsti uttaneftir, lótu teir sær lynda. "Gud var kvikari enn teir vóru", ásannaði Margaret. Í Wien søkti hon um at fáa politiskt friðskjól, og ikki færri en fimm frælsar tjóðir játtaðu henni umsóknina! Síðani tá hevur Margaret Nikol ferðast kring allan heimin við fiólini og glett eina fjøld av fólki. Tann sami Gud, sum bjargaði Margaret frá kommunistiskari kúgan, og sum sendi ein eingil at fría apostlarnar úr fangahúsinum (Ap.5,19), er eisini førur fyri at fría okkum frá øllum, sum hevur tikið okkum til fanga - likamliga ella sálarliga. Vit eiga ongantíð at geva skarvin yvir. Gud er okkara einasti Frelsara. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 3. august 2013 Hálvávegis til himmals http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=216 Mær dámar best evangeliska smáritið, sum verður nevnt: "Táið eg hugsi um Himmalin". Joni Eareckson Tada, sum er lammað frá hálsinum og niður til fóts, orsakað av einari svimjivanlukku sum tannáringur, hevur skrivað hesa traktatina. Joni viðgongur, at tað at hugsa um Himmalin er ikki altíð so lætt, serstakliga við tað at vit fyrst mugu doyggja fyri at koma hagar, uttan so at Jesus ikki fyrst er afturkomin til jarðar! Enn arbeiðir Gud gjøgnum royndir fyri at hjálpa okkum at miðsavna hugsanir okkara um Himmalin. Sum ein, ið livir, ferðast og prædikar í sínum koyristóli skrivar Joni sannført um Himmalin: "Tað er eingin ivi í sál míni um, at eg fari at verða ómetaliga meira bergtikin og tilreiðar at koma hagar, enn um eg kundi staðið á egnum beinum. Pína og líðing gera okkum til reiðar til Himmalin. Himmalin verður okkara framtíðar heimstaður". Aposturlin Paulus kendi til tað slagið av ovurhuga og sigur: "Tí eru vit altíð hugreyst og vita, at so leingi sum vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum. Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan. Ja, vit eru hugreyst og høvdu helst viljað farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum" (2.Kor.5,6-8). Fyri stuttum hoyrdi eg um ein eldri harra, sum heilsaði fólki á henda hátt: "Glaður at møta tær í landi teirra livandi!" - Á, nei, eg eri ikki í landi teirra livandi, svaraði hesin. "Eg eri nú í landi teirra doyggjandi. Men eg síggi fram ímóti skjótt at verða í landi teirra livandi, táið eg eri komin til Himmals". - Hjarta hjá hesum manni er longu har! Kann tað sigast um teg? Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 19. juni 2013 Undurverk himmalsins http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=215 Bíblian gevur okkum bert eina hóming av teirri himmalsku dýrd, sum vit fara at taka í ogn saman við okkara krossfesta og upprisna Harra og Frelsara. Hugsa tær til - eingin sorg, eingin deyði, eingin grátur, eigin pína - "tí hitt fyrra er farið" (Op.21,4). Hesir beinraknu glottar gera okkum ágrýtin eftir at vita meira um, hvat ið fer at floyma yvir við ærufrykt, táið vit koma hagar. Uttan iva vil bústaður Frelsarans vera óendaliga meira yndisligur og hugtakandi, enn vit eru før fyri at ímynda okkum. Ímillum undrini, sum bíða okkum í Himli, vera trý, sum fara at gera okkum sera ovfarin, og sum umvendi trælahandlarin John Newton hevur valt burturúr. Hann, sum skrivaði hin nógv elskaða sálmin "Amazing Grace", og sum sá fram til, hvussu hvør syndari, sum er vorðin endurloystur við ofri Kristusar á Golgata, kennir seg. Hann segði: "Táið eg komi til Himmals, vænti eg at finna trý undurverk har: Fyrst at møta onkrum, sum eg ikki hugsaði at finna har. Fyri tað næsta at sakna onkran, sum eg væntaði at finna har. Og fyri tað triðja: Tað størsta undrið av øllum: at eg sjálvur - John Newton - var har!" - Og tað størsta undrið eigur at elva øllum børnum Guds at falla til kníggja í takksemi fyri endaleysu náði Hansara. Men lat okkum ikki bíða. Her og nú er tíðin at byrja við at frambera okkara takksemi. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 19. juni 2013 Í búki fisksins http://betesda.fo/default.asp?page=4&id=214 Jónas má hava haft tað sera óhugnaligt í búki fisksins. Kortini eru mong menniskju í hesum myrka og køvandi heimi, sum tykjast at hugsa, at staðið, har tey búleikast, er rættiliga gott stað at vera í. Tey trúgva, at heimurin tørvar bert nakrar fáar samfelagsligar og búskaparfrøðiligar ábøtur. Og tey halda eisini, at tey sjálvi hava í hondum evnini til at gera tær neyðugu broytingarnar. Men tað er ikki yvirlýsingin í Orði Guds, tí skrivað stendur soleiðis í Fyrsta Jóhannesarbrævi 5,19: "Vit vita, at allur heimurin liggur í tí illa". Tað er vussuliga ikki vitnisburðurin um anda sannleikans, tí "Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm" (Johs.16,8). Fremsta uppgávan hjá samkomuni er ikki at koma við uppskoti um samfelagsligar og politiskar broytingar í heiminum, men heldur at kunngera frelsu sum einasta útveg. Jónas var ikki so fávitskutur at vænta, at Gud skuldi fara at gera honum tað meira hugnaligt í búki fisksins, men hann gleddi seg til bjargingina út úr honum. Vit eiga ikki at hyggja eftir fullkomileika í hesum heimi, men at hyggja frameftir, táið Gud fer at endurskapa heimin og koma við ævigari rættvísi. Umsett úr Our Daily Bread Mikkjal á Bergi Default 30. mai 2013