Tag Archive for: Bønamøti

Christmas Child bønarmøtið

Bønarmøtið 17. Oktober kl. 20 verður skipa og evnið verður ”Bøn fyri Christmas Child skógvaeskjunum tænastuni og teimum, sum fáa tær”

Vistið tú av, at tú kanst eisini keypa eina eskju online www.shoeboxonline.org.uk

John í Skemmuni vitjar samkomuna

Á evangeliska møtinum komandi sunnukvøld 15. mai kl. 18 fáa vit vitjan av John í Skemmuni, sum eisini fer at tala á bønarmøtinum mánakvøldið 16. mai kl. 20 og á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 18. mai kl. 20.

John í Skemmuni, sum býr í Porkeri, virkar sum fulltíðar trúboðari í og út frá samkomunum.

Ein partur av tænastu hansara er at vitja samkomurnar, og vit gleða okkum at fáa John á vitjan í Betesda. Um Harrin vil, og vit liva, fer John í Skemmuni at tala á møtunum:

  • Sunnukvøldið 15. mai kl. 18.
  • Mánakvøldið 16. mai kl. 20.
  • Mikukvøldið 18. mai kl. 20.

Hjartaliga vælkomin 🙂