Entries by Anna Simonsen

Skjøldir kappanna – ikki salvaður við olju

„Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara, og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“ – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“ –:“ Seinna Sámuelsbók 1.17-18 Saul og Jónatan liggja falnir á Gilboafjøllum. Dávid er sundurbrotin av harmi og skrivar ein sorgarsong um feðgarnar. Grípandi sangur. Vit hyggja at einum lítlum […]

Bíbliulestrarvika 2.-8. mai

Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 2. mai til leygardagin 8 mai mai fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið 5.11-6.20 Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Tað er eisini uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær […]

Sálin og tankar okkara

„… Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!“ Sálmur 103,1 Sálarfrøðingar siga, at vit ERU sál fram um at hava eina sál, eins og vit eru eitt likam. Vit eru sál, andi og likam. At skilja millum sál og anda kann vera avbjóðandi, men tað, sum eg fari at taka fram, er sálin í menniskjanum. Vit liva […]

Høvuðsreingerð í Zarepta

Høvuðsreingerð í  Zarepta verður frá 2.  til 9. mai.  Betesda hevur dreingjadeildina. Vegleiðing verður sligin upp á veggin í gongini, so krossast kann av, hvat ið vaskað er.   Avmarkað mongd av vaskiamboðum er í Zarepta. Tað kann tí lætta um at hava vaskiamboð og dustsúgvara við.  Sápa verður útvegað har vesturi.  Jú fleiri, ið […]

Hebron – samband undurfult

Gamla Testamentið er fult av vøkrum skuggamyndum, sum eru útlagdar í Nýggja Testamenti. Sjálvandi skalt tú vera varin, tá ið tað kemur til skuggamyndir, tí lætt er at fara ov langt. Tá ið tað er sagt, so er eisini gott at minnast, at stundum kann tað vera gott at hava gudgivið hugflog, eitt hugflog, sum […]

Sprelllivandi sannleiki – úr hebraiskari orðabók

Tað hevði verið stuttligt at duga hebraiskt! Kanska verður tað einaferð. Sum er, dugi eg bara nøkur fá hebraisk orð, kunnu helst teljast á einari hond – og tað røkkur ikki langt.  Og tó. Kanska hevði tað verið áhugavert at hugt at einum av hesum orðunum. Hugsi um orðið „hesed“. Latið okkum – bara fyri at […]

Møtir á páskum

Á páskum verða hesi møti í Betesda: SkírshósdagMøti kl. 18.00Ungdómsmøti kl. 20.00 Langa fríggjadag Møti kl. 18 PáskadagBreyðbróting kl. 11Sunnudagsskúli kl. 12:30Møti kl. 18 2. PáskadagMøti kl. 18 Hesi møti eru eitt gott høvi at bjóða onkrum við. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit minna á tilmælini um at halda frástøðu og hondreinføri.

Gud, borg okkara!

Vit búgva í Suður-italia, í landslutinum Molise, uttan fyri býin Campobasso. Býurin var upprunaliga bygdur rundan um borgina Manforte, ið varð bygd ovast á eini høvd. Hetta var langt afturi í miðøldini. Manforte merkir hjálp ella styrki. Borgin stendur enn í dag, men er nú meira til prýði og mentan. Ikki nógv hjálp í henni longur. Kanska […]

Bíbliulestrarvika 21.-27. mars

Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 21. mars til leygardagin 27. mars fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið 4.1-5.10 Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Tað er eisini uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur […]

Pætur – ein klettur!

Eitt sindur um Pætur, ein av lærisveinunum, sum var Jesusi nær.  Vit kenna frá barnsbeini sangin:                                                    Pætur út á vatnið gekk,                                                   tá hann sá á Jesus. Og jú, Pætur gekk á vatninum, so leingi hann hugdi á Jesus. Men so fór hann at søkka, tí hann hugdi at umstøðunum, havsbylgjunum, rundan um seg. Vit hava øll tað í […]