Entries by Eirikur Biskopstø

Roynda trúskap hansara kenna tit

Timoteus í brøvunum í Nýggja Testamenti „Eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg skjótt fái sent Timoteus til tykkara, fyri at eisini eg kann fáa gott mót, táið eg fái at vita, hvussu tykkum veit við. Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við;“ […]

Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum

„Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium. Hann vildi Paulus hava at koma við sær; …“ Ápostlasøgan 16.2-3 Ikki løgið, at Timoteus hevði so góðan vitnisburð frá brøðrunum. Hann prógvaði longu sum ungur, at hann var ein framúr álitismaður. Hetta verður alt meira sjónligt, sum vit fylgja Timoteusi ígjøgnum Skriftina. Í hesi […]

Tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir

Timoteus man vera tann kendasti av øllum samverkamonnum Paulusar. Her er nógv at geva sær far um. Vit umrøða hann í hesi og tveimum komandi greinum. Barnaárini Timoteus var úr galatiska býnum Lystra. Hann kom úr einum blandaðum heimi – pápin var grikki, og mamman var jødi.  Andaliga ávirkanin kom frá mammuni og ommuni. Í Seinna brævi sínum til Timoteus skrivar Paulus (1.5): „Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum […]

Evangeliskt møti við Dr. Anthony George 10. september 2023

Dr. Anthony George, sum er leiðandi pastor í First Baptist Church of Atlanta í statinum Georgia í USA, er í hesum døgum á stuttari vitjan her í Føroyum saman við vinfólkum sínum Judy og Óla á Grømma Jacobsen. Á hesum møtinum talar Anthony um, hvat Bíblian lærir um afturkomu Kristusar og Guds profetisku ætlan. Betesdakórið […]

Nógv sløg, settir í fangahús, men um midnáttina …

Silas – áðrenn Paulus Hann varð kallaður bæði Silas og Silvanus. Hildið verður, at Silas er grikska sniðið av tí latínska navninum Silvanus. Nøvnini kundu bent á, at hann var hellenistiskur jødi. Silas og Paulus vóru einastu jødarnir, sum vit lesa um í Nýggja Testamenti, ið høvdu rómverskan borgaraskap (Áp. 16.37). Fyrstu ferð vit hitta Silas, er í sambandi við fundirnar í Jerúsalem í Ápostlasøguni 15. Hann var longu tá ein av leiðandi brøðrunum […]

Titus arbeiðir saman við mær fyri tykkum

Hóast Titus møguliga arbeiddi longur saman við Paulusi enn nakar annar samverkamaður hansara, er hann tó ongantíð nevndur í Ápostlasøguni. Kunnleiki okkara um Titus er úr brøvum Paulusar. Paulus skrivaði eitt bræv til hansara og skrivaði um hann í Galatiabrævinum, Seinna Korintbrævi og Seinna Timoteusbrævi. Brøvini nevna hann 13 ferðir í alt. Tað er eyðsæð, tá ið tú lesur tað, sum Paulus sigur um ella við Titus, at her var maður, sum Paulus hevði nógv álit á. Paulus sigur […]