Barna OL 1.-2. mai

Hey øll somul 😉

Aftur í ár bjóðar samkoman í Betesda øllum børnum í sunnudagsskúlaaldri til Barna OL í Badmintonhøllini í Klaksvík. Evnið í ár er KOM VIÐ í Nóa ørk, og tiltakið verður eisini merkt av tí.
Barna OL verður býtt upp í tveir dagar og verður býtt upp soleiðis:
Leygardagin 1. mai kl. 12:30 børn frá 0 – 8 ár.
Sunnudagin 2. mai kl. 12:30 børn og ung frá 9 ár og eldri.
Nógv spennandi er á skránni í ár m.a. sangur, drama og nógv spøl. Eisini verður okkurt lekkurt at fáa 😉

So KOM VIÐ í Badmintonhøllina í Klaksvík leygardagin ella sunnudagin kl. 12:30! Vit síggjast! 😉