
Kvinnumøtini byrja aftur.
Komandi fríggjakvøld 7. oktober kl. 20:00 byrja kvinnumøtini aftur.
Vit fara teir komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur í samkomuni tala um kvinnur í Bíbliuni.
Hesa ferð verður tað Maria á Lakjuni Simonsen, sum fer at tosa um Rahab.
Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvi verður at samtala og hugna sær saman.
Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.