
Fríggjakvøldið 2. desember kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.
Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.
Hesa ferð verður tað Lydia Petersen, sum fer at tala um Mariu móðir Jesusar.
Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.
Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.