
Fríggjakvøldið 3. februar kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.
Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.
Hesa ferð verður tað Lenu og Elin Neshamar, sum fer at tala um Sifra, Pua og Lydiu.
Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.
Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.