Recurring Event Ungdómsmøti

Ungdómsmøti

Betesda Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO

Ungdómsmøti í Betesda er hóskvøld kl. 20. Vanliga verður sungið, onkur hevur eitt orð og bjóðað verður til kaffimunn. Her eru øll ung vælkomin. Eisini gleðast tey ungu um tey, ið eru eitt sindur eldri, ið eisini koma. So ver hjartaliga vælkomin – uttan mun til aldur.

Recurring Event Opið hús

Opið hús

Opið hús er hvørt leygarkvøld í vetrarhálvuni, har ungfólk hugna sær saman og spæla ymisk spøl so sum borðtennis, bobb og ymisk borðspøl. Kl. 23 er sangløta við andakt, sum er fastur táttur av kvøldinum. Øll ung eru hjartaliga vælkomin til opið hús í Betesda leygarkvøld kl. 21. https://www.youtube.com/watch?v=PjAoya4PTec

Recurring Event Sunnudagsskúli

Sunnudagsskúli

Betesda Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO

Øll eru hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla hvønn sunnudag kl. 12.30. Sunnudagsskúlin varir umleið ein tíma. Sungið verður í ein hálvan tíma, og síðani fara børnini í flokkarnar, har tey verða lærd úr Bíbliuni ígjøgnum søgur, frásagnir, myndir o.a. Flokkarnir eru: 0 – 3 ár 4 – 6 ár 1. – 2. flokkur 3. – 4. flokkur […]

Recurring Event SLUSH!

SLUSH!

SLUSH! Eitt tiltak fyri ung í 5.-7. flokki SLUSH er ikki vatn og ikki ísur. Og tað er har hesi ungu eru. Tey eru ikki børn og ikki vaksin, tey eru mitt ímillum. Endamálið við tiltakinum er at røkka teimum, har tey eru. At hjálpa teimum at finna sítt pláss í samkomuni ígjøgnum hugna og […]

Recurring Event Mammukafe

Mammukafe

Biskupsstøðgøta 7, Klaksvík, FO

Smábarnamammur eru hjartaliga vælkomnar til mammukafe týsmorgun frá kl. 11 til kl. 13. Á skránni er hugnaprát og góður drekkamunnur. Gott er eisini at fylgja við á Facebook hjá Betesda. Onkuntíð verður avlíst har.