
Øll eru hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla hvønn sunnudag kl. 12.30. Sunnudagsskúlin varir umleið ein tíma. Sungið verður í ein hálvan tíma, og síðani fara børnini í flokkarnar, har tey verða lærd úr Bíbliuni ígjøgnum søgur, frásagnir, myndir o.a.
Vit minna enn einaferð á tilmælini um at halda frástøðu og hondreinføri.
Hjartaliga vælkomin!